Barnavalið 2022 er av, og allar atkvøðurnar eru liðugt upptaldar
Tvøroyrar bókasavn hevur seinastu dagarnar skipað fyri Barnavali 2022. Átta ymisk valevni og átta ymisk vallyfti, og spenningurin var stórur!
Tú sært valevnini og vallyftini her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15526
Okur hava skipað valið í trimum. Innskúlingin í Trongisvági (1.-3. fl.) vóru á vali ónsdagin, og tey vóru so heppin at sleppa at brúka básarnar, ið longu vóru settir upp til løgtingsvalið dagin eftir.
Valnevndin í Trongisvági, ið var mannað av næmingum úr 3. flokki, hevur eisini talt atkvøðurnar upp, so tær kunnu teljast í saman við atkvøðunum úti á sjálvum Bókasavninum.
Í gjár, tórsdag, sluppu næmingar úr 4., 5. og 6. fl. at velja, og valluttøkan var góð; køin var long viðhvørt at sleppa framat.
Tórskvøld var valhølið/bóksavnið opið frá kl. 17.00 - 20.00, og tá vóru eisini nøkur børn á gátt greiddu atkvøðu.
Fínteljingin var liðug á middegi í dag, og úrslitið er klárt:
Vinnarin var Mamma Mu, ið vildi hava, at ein svimjihøll skuldi vera í hvørjari bygd. Hon fekk 31 atkvøður; heili 11 fleiri enn nummar tvey, ið var Lítli Froskur, sum ynskti, at tað skal vera rúm fyri øllum! Á triðja plássi kom Mosalisa, ið vildi hava okum at vera góð við náttúruna.
Okur møttu nøkrum av gentunum í miðdeildini og spurdu, hvørjar tankar tær høvdu havt, tá tær atkvøddu. Tær hildu, at tær vóru hepnar at hava svimjihøll her á Tvøroyri, men tað er keðiligt hjá teimum, ið ongan hava. Tað kunnu okur skjótt geva teimum rætt i. Lítli Froskur á øðrum plássi ynskti rúm fyri øllum, og sum genturnar søgdu, so eigur tað at vera pláss fyri okum øllum, og tað er í lagi, at okur ikki øll eru eins.
Endaliga valúrslitið á Tvøroyrar Bókasavn gjørdist sostatt:
Okur fegnast um góðu vallutøkuna. Hetta var stuttligt. Takk fyri Býarbókasavnið! Nú fara okur at senda úrslitið av okra vali til Býarbókasavnið, ið síðan fer at kanna, um úrslitið er tað sama á øllum bókasøvnunum, ið hava verið við, og gera eina felags uppteljing fyri øll valstøðini, ið hava verið við.
Takk til Tvøroyrar skúla fyri gott samstarv :-)
Myndir frá valinum í Trongisvági kunnu síggjast her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15517
jun. 2023