Jól á bókasavninum

Lagt út hevur: Annika Eidesgaard   tann: 29.11.2019   
Lærarahillin, Vaksin, Børn, Jól

Desember nærkast, og jólaljós og -pynt er at síggja um allan býin. Tað er longu yvir ein vika, síðan lærarar og serliga næmingar pyntaðu skúlan, og á bókasavninum er jólahýrurin eisini farin at gera um seg. 

Jólabøkur av alskyns slag eru settar fram, og jólapyntið er eisini við at vera á pláss. 

Hevur tú hug at lesa eina góða jólasøgu? Fáa íblástur til jólaklipping? Kanska lána nakrar bøkur at stytta tær um longu bíðitíðina til jólaaftan? 

Onkur hevur aftur í ár verið og lánt bøkur til ein jólakalendara. Hetta hugskotið hava okur sæð á øðrum bókasøvnum eisini. Hvat er hugnaligari enn at lesa eina góða bók antin sjálvur ella saman við sínum kæru? 

Síggjast á bókasavninum!

Aftur



 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet