Góðu foreldur,
Eitt sindur av kunning um fakini, sum tey hava meg í.
Kristni bókin og søgu bókin liggja í kassanum. Vit lesa, práta og arbeiða kreativt í skúlanum, sostatt eru eingi skúlating í hesum fakum.
Í donskum hava næmingarnir fingið eina skrivibók, har mállæra og fyrisagnir standa í. Hendan kemur heim at venda, tá tey skulu lesa upp á fyrisøgn, men hon býr í skúlanum annars.
Vit hava onga beinleiðis lesibók í donskum, men eg láni bøkur frá Námi so hvørt. Tann fyrsta vit fara at lesa eitur Kniven. Síðani lesa vit eina, sum eitur Youtube-detektiverne. Somuleiðis láni eg frílesingsbøkur frá Námi. Eisini gera vit nokk so nógv burtur úr at lurta eftir donskum sangum og práta um teir.
Tey flestu eru komin við 3 heftum. Hesi brúka vit javnan. Fína heftið skriva tey tað penasta, tey klára, í. Tað fyrigongur á tann hátt, at eg skrivi ein tekst á talvuna, og tey skriva síðani av. Síðani hava vit søgu heftið, har tey skriva søgur í við hugflogi. At enda er mállæru/diktat heftið, har tey skriva diktat og mállæru í.
So tit, sum mangla at koma við heftunum, roynið og havið heftini við í komandi viku.
Annars er hetta ein sera fittur og raskur flokkur, sum vit øll eiga ein part í :-)
-Winnie
dec. 2024