Boð og tíðindi

Næmingaráðsfundur 19. mars 2019

1. Eftirmeting av føstulávint

Gott føstulávintshald. Væl nøgd. 

Kundu havt betur keppar og sterkari tunnu til eldru dreingirnar.

Kappingarnar góðar.

Kanska eitt hugskot at havt tema annaðhvørt ár.


2. Ber til at hava høllina og bókasavnið opið í fríkorterunum

Fyrispurning til lærararnar, um møguleikan at hava høllina og bókasavnið opið í fríkorterunum. Verður tikið upp á fundi hjá lærarunum í komandi viku. 


3. Matardagur

Avgjørt at hava matardag týsdagin 2. apríl. Lasagna, salat (dressing) og flutes við smør + sunkist. 


Næmingaráðsfundur 

Føstulávint

Avgerð tikin um at skipa fyri kapping í samband við føstulávintshaldið.

Hvør flokkur avger eitt tema, ið næmingar (og møguliga lærari/-ar) skulu fylgja.

Eitt loyniligt dómaralið verður sett.

Ein flokkur vinnur ein túr á pizzaria (pizza og sodavatn). 

Harumframt verður vinningur latin til kreativastu, stuttligastu, penastu og óhugnaligastu grýlurnar. Bergur spyr um vinning frá Føroya Bjór til hesar (er játtað, men er avheintað?).

Bussskýli

Semja um, at bussskýli avgjørt er ynskiligt. Hvør skrivar áheitanina? (Takast upp aftur á næsta fundi).




Næmingaráðsfundur mánadagin 10/9 kl. 10.35

Fundarskráin + fundarfrágreiðing:

1. Matardagur

Riggar best tórsdag. Møguliga gera pizza + keypa sunkist. Verður møguliga 11/10. Bogi, Johan og Ári gera seðlar. 


2. Tiltak, har næmingarnir kunnu lata og fáa brúkt klæðir

Møguliga hava hetta í viku 46. Skipa hetta á einum seinni fundi. 


3. Telefonreglurnar skulu vera líka fyri øll

Telefonreglurnar sum yvirhaldast, ella strikast. 


4. Bussskýlið

Áheitan til kommununa, um at gera eitt bussskýlið.


5. Høllin opin í fríkorterinum

Fyrispurningar til lærararnar um at hava høllina opna í frikorterunum. 


Punkt, ið verður tikin upp á næsta fundi: 

  • Morgunsangurin
  • Skúlagarðurin
  • Brúsurnar
  • Árligan vatnkríggjdag fyri allan skúlan




 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet