
Støddfrøði 7. flokkur
Góðu foreldur (og næmingar) :-)
Her kemur ein stutt kunning um Støddfrøði í 7. flokki í ár.
Okur fara í høvuðsheitum at brúka bókina Støddfrøði 7, men eg ætli, at okur av og á brúka Skygni 7 eisini.
Bókin Støddfrøði 7 er ótrúliga tung at bera (uml. 1650g), so eg havi sagt næmingunum, at hon gott kann liggja í skúlanum. Eg leggi myndir av tí, sum skal roknast, á vikuætlanina hvørja viku, og bókin liggur eisini á ibok.nam.fo. Um onkur ynskir at hava eina eyka bók liggjandi heima, so er tað eisini ein møguleiki. Sigið mær bara frá, so gevi eg teimum eina eyka heim við.
Tey flestu hava keypt sær roknimaskinu á kontórinum (summi áttu frá eldri systkjum), men tey, sum enn mangla at keypa, burdu gjørt tað skjótast gjørligt. Roknimaskinan kostar 250,-
Ætlanin er, at okur byrja við Emat skjótast gjørligt. Eg havi gjørt næmingunum eitt pappír við teirra login-upplýsingum til Emat. Eg hugsi, at tað er gott at byrja at venja vanlig falda og deila stykkir meira regluliga. Eisini fara okur at byrja tabelvenjing skjótt. Tað er umráðandi, at tey ikki brúka roknimaskinu, tá tey loysa uppávurnar ella venja tabel á Emat. Eg skrivi út á vikuætlanina, so hvørt sum uppgávur eru klárar.
Tað eru 5 høvuðsyvirskriftir í Støddfrøði í ár:
1. Tøl og at rokna við tølum
2. Geometri
3. Brot, desimaltøl og prosent
4. Hagfrøði
5. Algebra og líkningar
Eg skrivi á vikuætlanina, hvat okur fara at rokna í skúlanum hvønn dag. Um tey ikki blíva liðug, gera tey restina heima til næstu ferð, okur hava rokning.
Eitt gott ráð er, at tykur saman við næmingunum hyggja eftir, hvat skal roknast í skúlanum. Tað kann tykjast lættari at fara í gongd við uppgávuna í tímanum, tá tey hava lisið uppgávurnar og gjørt sær nakrar tankar um rokningina áðrenn.
Um onkur er burtur, t.d. vegna ferðing ella sjúku, er umráðandi at tey fylgja tí, sum stendur á vikuætlanini.
Altíð vælkomin at spyrja, um tykur hava spurningar ella ivamál um eitthvørt.
Vh Mariann