Vælkomin aftur í skúla:-)
Vælkomin aftur í skúla til eitt nýtt og spennandi skúlaár. Skúlagongdin í ár verður øðrvísi, tí í ár er skúlin við í royndarverkætlan, har skúladagurin verður styttur. Hetta merkir, at vit hava færri tímar, og tí er neyðugt at heimaarbeiðið verður gjørt til lítar, og at hugt verður eftir vikuætlanini dagliga.
Alexandra Ripley er nýggjur flokslærari. Tlf. er 256657. Eisini eru aðrar broytingar. Sí niðanfyri.
Enskt og køk: Wivika Tjaldrastein Strøm
Drama: Juanita Schrøter (JS)
Ítróttur: Allan Smedemark
Kreativ breyt: Elin Johansen (EJ)
Smíð: Steingrím Niclasen (SN)
Danskt: Annika Eidesgaard (AE)
Alisfrøði: Dávið Jacobsen (Dá)
Støddfrøði: Mariann Mikkjalsdóttir (MM)
Føroyskt og søga: Alexandra Ripley (AR)
Vónandi fáa vit eitt ordiliga gott ár saman:-)
Alexandra