Esportbreytin gerst veruleiki
Esportbreytin í Tvøroyrar skúla, sum upprunaliga skuldi verða eitt samstarv ímillum Føroya Eftirskúla og Tvøroyrar skúla, gerst nú veruleiki.
Esportbreytin í Tvøroyrar skúla, sum upprunaliga skuldi verða eitt samstarv ímillum Føroya Eftirskúla og Tvøroyrar skúla, gerst nú veruleiki.
Beinanvegin, tá tað gjørdist greitt, at Føroya Eftirskúli ikki tók næmingar inn fyrr enn í august 2020, varð farið undir at gera eina roynd at fáa gongd á breytina við næmingum úr 10.flokki í Tvøroyrar skúla.
Eftirskúlanevndin, Tvøroyrar Kommuna, eSport.fo við samskiparanum Rúna winther Johnsen og undirvísaranum á esportbreytini í Skúlanum við Streymin,Eyðstein Lützen, á odda, hava hildið lív í ætlanini, sum nú er komin undir land.
Útgerðin til esportbreytina er bíløgd, og roknað verður við, at klárt verður at byrja, tá skúlin byrjar aftur eftir heystfrítíðina. Esporthølið verður á ovaru hædd í Postabygninginum í miðbýnum.
Næmingarnir vóru í gjár á byrjanarskeiði í esporti, sum esport lærarin á Skúlanum við Streymin og eSport.fo skipaðu fyri. Skeiðið var hildið á Skúlanum við Streymin.
Ætlanin er, at næmingarnir aftur fara á ferð næsta týsdag, tá skeið nr. 2 verður hildið á Skúlanum við Streymin.
Esportur er heitið á elektroniskari ítróttargrein, har luttakararnir brúka ymisk telduspøl til kappingar gjøgnum internetið.
Roknað verður við, at breytasamstarvið ímillum Tvøroyrar Skúla og Føroya Eftirskúla heldur á, tá Eftirskúlin byrjar í august 2020.
Til heimini
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)
- Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)
- Nærvera og gaman - ársins jólaevnisvika í mið- og hádeild er liðug
- Okur koma at heilsa upp á tykum, ið eru 80+, í morgin, týsdagin
- Skráin komandi dagarnar í Tvøroyrar skúla
- Jólaevnisvikan (mið- og hádeild)
- Barnalógin í eygsjón
- Betri vinir - Foreldrafundur var í innskúlingini 30. oktober
- Evnisdagar - Saman um krabbamein