3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
Herfyri hátíðarhelt 9. flokkur sín síðsta skúladag saman við okum øllum: Ein avbera góður dagur ❤️
Á hvørjum ári hava okur tó eisini ein annan síðsta skúladag, tí 3. flokkur hevur í hesum døgum sínar síðstu dagar sum flokkur í innskúlingini, ið heldur til í Trongisvági.
Malla skrivar:
Síðsti skúladagur
Vit “sungu” tríggjar sangir til morgunsang: Hvem kan segla, Billie Jean og Best day of my life.
So spældi 3.fl fótbóltsdyst ímóti Glugganum, 1. og 2. flokki. Eisini var dystur ímóti lærarunum. Síðan varð farið í høllina at gera ymsar stafettir.
Næmingarnir fóru so inn í sínar floksstovur.
Næmingarnir í 3. flokki komu inn og býttu út karamellur og slikkipinnar og spældu sangir við party-rockaranum.
At enda grillaðu Otto og Allan pylsur. Øll fingu saft afturvið.
Ein festligur og hugnaligur síðsti skúladagur :-)







Til heimini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði