Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
Eitt nýtt skúlaár merkir eisini, at okur skulu velja eitt nýtt næmingaráð :-)
Í Tvøroyrar skúla hava okur havt næmingaráð í fleiri ár. Tað hevur verið ymiskt, hvat ymisku næmingaráðini hava arbeitt við, men tað hevur altíð verið spennandi. Endamálið hjá næmingaráðnum er at geva næmingunum eitt stað og høvi at tosa og kjakast um ymiskt, ið tey ynskja, vilja betra, broyta ella seta í verk og ávirka. Í stuttum gevur næmingaráðið næmingunum eina rødd, ið skal hoyrast. Sjálvandi ber ikki alt til, men nógv ber til!
Hvør flokkur (4.-10.fl.) velur tvey umboð í næmingaráðið. Allir næmingar í mið- og hádeildini kunnu stilla upp til næmingaráðsval.
Freistin at boða tínum flokslærara frá, at tú hevur hug at stilla upp til næmingaráðið er týsdagin 25. august á middegi. Næmingaráðsvalið verður týsdagin 1. september! Okur gleða okum :-)

Til heimini
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági