Væleydnaður rennidagur 2026
Árligi rennidagurin hjá Tvøroyrar skúla var týsdagin. Næmingarnir í Trongisvági runnu runt Lambabyrg, meðan næmingarnir úti á Tvøroyri runnu út eftir Sevmýri í erva, út til Tarvafjósið og heimaftur. Onkur rann eina ferð, onkur tvær ella tríggjar, og onkur rann enn longur.
10. flokkur hjálpti til at skera frukt, áðrenn tey eisini fóru ein renni- ella gangitúr. Áðrenn okur fóru heim, fingu øll skreytblað, frukt og okkurt at drekka.
Í Trongisvági var tað 2. flokkur, sum í miðal rann longst, og frøin var stór, tá tey fingu boðini :-)

Úti á Tvøroyri var tað - kanska eitt sindur óvæntað - yngsti flokkurin, ið í miðal rann longst. Tey runnu heilar 13,4 kilometrar hvør í miðal.

Ótrúliga flott av 2. og 4. fl. :-)
Annars vóru tað sera nógvir næmingar, ið runnu langt. Nógv runnu ávikavist 15 og 20 kilometrar, men ein var, ið rann heilar 25 kilometrar. Flott runnið, Levi (7.fl.) :-)
Nakrar myndir frá degnum eru at síggja her. Flestu myndirnar eru úr Trongisvági, men nakrar - serliga floksmyndir - eru úti av Tvøroyri.
Myndir frá Winnie, Sunnevá og Anniku.
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini