Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 18.09.2026
Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
Foreldrasáttmálin undirskrivaður
Skúlastýrið hevur í eina rúma tíð arbeitt við einari ætlan at seta í verk ein foreldrasáttmála, har foreldur skriva undir uppá, at tey bíða við at geva børnum sínum eina snildtelefonm til tey eru fylt 15 ár.
Áðrenn summarferiuna varð kunnað um, at hendan fyriskipan fór av bakkastokki eftir summarsteðgin í ár, har foreldur - í innskúlingini (forskúli, 1.-3. flokkur) - skuldu taka støðu til sáttmálan á fyrsta felags foreldrafund í flokkunum.
Nú allir flokkar í innskúlingini hava havt felags foreldrafund, og sáttmálin er lagdur fram, má sigast, at undirtøkan hevur verið sera góð. Eftir ynski frá nøkrum foreldrum, var ein roynd somuleiðis at leggja sáttmálan fram fyri foreldrum í 4. flokki, og eisini her var stór undirtøka.
Frameftir verður sáttmálin lagdur fram fyri foreldrum í forskúlanum á hvørjum ári, og síðan skal foreldrabólkurin í hvørjum flokki taka sáttmálan fram aftur á felags foreldrafundi hvørt ár.
Í samband við hetta átak hevur Rakul Enni, foreldraumboð í skúlastýrinum, sett hetta sera beinrakna skriv saman:
Um at bíða við at geva okkara børnum snildtelefon
Fyrrverandi løgmaður luftaði tankan fyri skúlastýrunum gamlaárskvøld 2024. Hendan samgongan hevur sett sær eitt greitt mál: At banna sosialar miðlar hjá børnum og ungum líka til 15 ára aldur. Tann danska stjórnin er eisini har. Á tingi í viku 6 2026 samtyktu tey ungu sjálvi at banna telefonnýtslu hjá børnum og ungum. Og í stóru barnaverkætlanini frá 2025 sluppu fleiri enn 670 børn at siga sína hugsan. Rúgvismikið tilfar, har tað kemur fram, at happing á netinum er ein stór avbjóðing, nógv hava svøvntrupulleikar, tey gerast bundin, kenna seg einsamøll og avbyrgd. Fleiri børn ynskja sjálvi hjálp og vegleiðing til trygga netnýtslu. Í dag eru beint undir 300 børn á bíðilista í psykiatriini. Og nú vit øll hoyra um vánaligu PISA úrslitini í øllum kongaríkinum, kemur fram, at evnini hjá børnum at hugsavna seg eru næstan ikki har. Lærarar í føroyskum mugu tillaga bókmentirnar í undirvísingini til eitt støði, sum ikki longur rúmar tekstum hjá Heðini Brú, Martini Joensen og Williami Heinesen. Hetta kom fram í D&V 10.sep. Sostatt, sosialir miðlar gera okkara børn ótrygg, óvirkin, einsamøll og ókonsentrerað. Alt ov nógv stríðast sálarliga.
Í feiri ár hevur Tvøroyrar Skúli verið telefonfríur, men vit í skúlastýrinum vilja meira. Vit ynskja eitt telefonfrítt samfelag fyri okkara børn. Tí hava vit orðað eina kontrakt, har vit við okkara undirskrift lova hvørjum øðrum ikki at geva okkara børnum snildtelefon. Tað er sera gleðiligt, at so nógv foreldur at børnum í grunddeildini hava skrivað undir.
Orsøkirnar til hetta eru nógvar. Vit, sum minnast ein tryggan barndóm, mugu ásanna, at friðurin er undir trýsti. At hvørt mansbarn skal ganga við allari verðini í lummanum við einum hightech kamera, hóttir tryggu, føroysku barnaverðina. Børn eru ikki búgvin at handfara hetta, støðugt fleiri trívast illa og kenna seg máttleys. Og tað trýr so ólukkan. Tí á netinum, í lummanum og inni í kamarinum eru vandarnir: svik, lokking og porno. Politiið sigur, at trupulleikin er vaksandi, mynduleikin grynnir ikki og saman við SSP heita teir á foreldur um ikki geva børnunum snildtelefon.
Tað, sum skuldi geva okkum so nógva vitan, er heldur við til at smalka okkara horisont. Ein gerandisdagur við likes og algoritmum er ikki barnalív. Børnini orka hetta heldur ikki sjálvi, men gera tað, tí tey eru bundin. Øll børn vilja heldur spæla, og ung skulu hava loyvi at gera feilir, uttan at hesir verða varðveittir í allar ævir. Unga gentan segði á tingsins røðarapalli, at nøkur koma at brúka heili 22 ár av lívinum frammanfyri eini snildtelefon (!!). Øll henda tíðin, sum vit heldur skulu brúka uppá veruliga eygnakontakt og menniskjaligar relatiónir og annað sum ger lívið vert at liva.
Sjálvt um alt ikki er skreba, sum tey síggja, so er bara so nógv, sum talar fyri at bíða við snildtelefonini sum longst. Foreldur kæra sína neyð. Skíggin er sterkari enn hvat vit nakrantíð høvdu ímyndað okkum. Milliardafyritøkur hava eittans endamál; at gera okkum upp aftur meira bundin so teir kunnu tjena meira pengar.
Ikki er tað lætt. Men á Tvøroyri gera vit nú eina seriøsa roynd. Ein stórur meiriluti av foreldrum at børnum í grunddeildini, hava nú lovað hvørjum øðrum at bíða sum longst við snildtelefonini. Vónandi megnar samgongan at gjøgnumføra sín politikk, hóast tað er tekniskt trupult. Hetta snýr seg slett ikki um at steðga nakrari menning, men um at geva okkara børnum barndómin aftur. Tí øll børn hava grundleggjandi rætt til trygg og góð barnaár.
Skúlastýrið í Tvøroyrar skúla


Til heimini
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini