Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
Í gjár var ein vakur dagur. Ein vakur og tó samstundis ein sorgblíður dagur. Síðsti skúladagur í hesum skúlaárinum, og allarsíðsti skúladagur hjá okra næmingum, sum hava gingið í ávikavist 9. og 10. flokki.
Sólin skein oman og niðan, tá næmingar, foreldur og onnur avvarðandi spent møttu til prógvhandan. Prógvhandanin varð hildin í tveimum umførum. Kl. 16.00 var prógvhandan hjá 9. flokki, og klokkan 17.30 hjá 10. flokki. Jón Johannesen, skúlastjóri, helt røðu fyri báðum flokkunum, og tey fingu nøkur góð orð við á vegnum.
27 næmingar í 9. flokki fingu síni prógv. Løtan byrjaði við felagssangi, og síðan hevði Jens Knudsen eitt innslag, har tríggir hornblásarar úr flokkinum spældu vakra lagið We'll Meet Again.

Hvønn ónsdag syngur Guðrun Sólja saman við næmingunum í innskúlingini, og fleiri teirra komu og ríkaðu løtuna við tveimum sangum og sungu við til eina felagssangin.

"Tað er eitt sindur løgið at standa her í dag og halda røðu fyri tykum, nú okur eru liðug í 9. flokki. Okur halda, at ongin av okum, sum sita her í dag, heilt skilja, at 9. flokkur veruliga er liðugur. Tá okur minnast aftur á hesi árini, so eru tað ikki karakterirnir, uppgávurnar ella próvtøkurnar, sum okur fara at minnast. Tað eru fólkini, sum hava gjørt hesa tíðina í skúlanum góða og stuttliga."
Vegna næmingarnar í 9. flokki søgdu Sissal og Smilla nøkur góð orð. Tær løgdu millum annað dent á samanhaldið í flokkinum og góðu, stuttligu løturnar. Tær takkaðu eisini flokslærarunum báðum, Hildur og Otto, og sjálvandi eisini familjuni og floksfeløgunum
"Nú fara okur hvør sína leið. Tað verður spennandi, men eisini eitt sindur syrgiligt at vita, at okur ikki skulu síggjast hvønn dag longur. Okur vita tó, at tað eru nógv av okum, sum vera her á plássinum eina tíð afturat, so tað er ein troyst. Men um tað er eitt, okur taka við okum frá hesum flokkinum, so er tað, at fólk kunnu gera ein stóran mun í lívinum hjá øðrum. Tykur hava í øllum førum havt stóra ávirkan í okra lívum. Tí vilja okur enda við at siga takk: Takk fyri øll flennini, allar tær góðu løturnar og øll tey stuttligu minnini - og takk fyri besta flokkin nakrantíð!"

9. flokkur, skúlaárið 2025-26 - Hjartaliga til lukku og takk fyri hesi 9 árini.

10. flokkur fekk somuleiðis síni prógv í gjár. 10. flokkur er nakað heilt annað enn onnur ár í fólkaskúlanum. Hetta árið er eitt, næmingarnir sjálvir hava valt, og sambært Maritu Nolsøe, ið - vegna flokkin - helt røðu, er 10. flokkur eitt gott val.
"Hetta árið í 10. flokki hevur verið so nógv meira einn eitt "frí ár" ella spill av tíð, sum fleiri kanska siga. Hóast tað kanska ikki er tað fakliga, sum hevur fylt allar mest, so eri eg sikkur uppá, at okur sum menniskju hava flutt okum og eisini lært eina rúgvu."
Fleiri vóru, ið fóru aðrar leiðir eftir 9. flokk, men tíbetur valdu eisini fleiri at koma í 10. flokk her hjá okum, og saman við næmingum úr Hvalba hava tey uppliva mangt og hvat. Samfelagsbreytin hevur leitt tey í óteljandi støð, oyggjar, bygdir og krókar í Føroyum og í Berlin, ið Marita eisini nevndi sum eina fantastiska námsferð. Eisini fingu serliga Wivika, Anna og Dávið eisini eina hjartans tøkk fyri hetta árið.
"10. flokkur er eitt, ið ikki kann samanberast við nakað annað, og tað er ringt at seta orð á. ... Man skal veruliga hava verið har fyri at kunna skilja, hvussu hetta árið hevur verið, og tað er mítt størsta viðmæli at far í 10. flokk, og jeg hevði ikki býtt tað um fyri nakað annað. Tað ringa við at skriva hesa talu hevur eisini veirð, at hon veruliga merkir eitt punktum. Tíðin í fólkaskúlanum er liðug. 10. flokkur er ferdigur, og hetta var tað. Okur fara ikki at sita í flokshølinum og flenna um alt millum himmal og jørð ella spæla blaff, ið var ein fastur partur av fríkorterunum, ella gleða okum til næsa ónsdag at vita, hvar leiðin nú fór at leiða okum. Hetta er liðugt, og tað er ringt at skilja, men okur skulu ikki vera kedd, tí tað er liðugt, men glað fyri, at tað hendi. Minnini eru tað ongin, ið kann taka frá okum. Tey bera okur við okum altíð, uttan mun til hvar leiðin nú gongur."

10. flokkur, skúlaárið 2025-26 - Hjartaliga til lukku og takk fyri hetta árið.

Til heimini
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)