Okur høvdu forkunnuga vitjan í gjár. Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, vitjaði saman við Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, báði í Trongisvági og úti á Tvøroyri.
Morgunin byrjaði klokkan 8 við vanliga morgunsanginum hjá innskúlingini, áðrenn landsstýrismaðurin fekk eina stutta rundvísing og fekk heilsað upp á starvsfólk og næmingar.
Okur hava í Tvøroyrar skúla í ár valt at sett sjóneykuna á málburð, og hvussu okur tosa við og um onnur. Hetta er altíð vert at hava í huga, og okur sum skúli vilja gjarna ganga fremst í arbeiðnum at virka fyri virðiligum málburði og atburði - báði á og uttan fyri netið. Evnið hevur verið á skránni á øllum felags foreldrafundum og verður javnan tikið upp í flokkum og til morgun- og aðrar felagsløtur, og her koma okur aftur til vitjanina í gjár.
Leiðslan sendi herfyri landsstýrismanninum eina innbjóðing at koma á vitjan, og - sum landsstýrismaðurin segði í gjár - hesa innbjóðingina kundi hann ikki lata fara framvið. Hann vildi gjarna koma suður, og hann vildi gjarna siga nøkur orð um sína hugsan um virðiligt samskifti.
Morgunsangurin hjá mið- og hádeildini úti á Tvøroyri varð framskundaður til klokkan 9. Tróndur spældi undir til ein sálm og ein sang, áðrenn Otto gav orðið til víðari. Djóni takkaði fyri og legði út við at spyrja, um nakar visti onkran, ið hevði vald. Nøkur boð vóru, politikarar, foreldur, lærarar, og onkur nevndi eisini næmingaráðið. Fleiri ivaðist tó, tá spurningurin kom, um næmingarnir høvdu nakað ávíst vald. Boðskapurin var tó greiður, tá landsstýrismaðurin segði, at tað hava okur øll - okur hava øll vald til at gera av, hvussu okur fáa onnur at hava tað. Eru okur fitt og vinarlig, kunnu okur gera onnur glað, men eru okur harafturímóti ikki fitt ella vinarlig, hava okur valdið at fáa onnur kedd og enntá at kenna seg minni verd. Í roynd og veru vistu okur nokk øll hetta, men tað er gott at verða mintur á tað av og á!
"Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!", ljóðaði boðskapurin millum annað frá landsstýrismanninum, ið eisini greiddi frá egnum royndum av sosialum miðlum. Tey flestu eru fitt og duga væl at samskifta, eisini um tey eru ósamd, men so eru summi, ið skriva ymiskt keðiligt. Ikki er tað altíð lætt at "lata tað fara", men okur mugu royna at hugsavna okum um tað jaliga og góða.
Tá morgunsangurin var av, og landsstýrismaðurin hevði fingið heilsað upp á starvsfólk í skúlanum, heilsaði hann upp á 8. flokk. Fyri kortum hevur hann sett út í kortið, at fartelefonnýtslan í fólkaskúlanum skal avmarkast, og tí var upplagt, at hann eisini sá og hoyrdi, hvussu hesin politikkurin verður praktiseraður her á skúlanum.
"Hvar eru so telefonirnar?", tykist landsstýrismaðurin at hugsa, men næmingarnir vóru júst komnir í stovuna, so løtu seinni var telefonskápið fult.
Okur takka hjartaliga fyri vitjanina, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, og takk fyri væl valdu orðini, ið okur øll mugu royna at taka til okum.
dec. 2024