
Evnisdagar - Saman um krabbamein
Góðu næmingar og foreldur. Hesa ársins tíð hava okur vanliga eina evnisviku, og í ár er onki undantak. Okur hava hesa ferð valt at sett sjóneykuna á krabbamein.
Á onkran hátt hava okur øll merkt avleiðingar av krabbameini; summi okra hava merkt tað á egnum kroppi, meðan onnur kenna onkran, ið sjúkan hevur rakt. Tískil vilja okur hesa evnisvikuna seta sjóneykuna á krabbamein og á Krabbameinsfelagið, ið ger eitt rimmar arbeiði báði innan gransking, kunning og hjálp til teirra, ið á einhvønn hátt eru rakt.
Okur fara týsdag, ónsdag og tórsdag at arbeiða fram ímóti einum stuðulstiltaki, har allur innkomin peningur fer óskerdur til Krabbameinsfelagið í samband við stóra innsavningarátak teirra ”Saman um krabbamein”!
Øll í 1.-9. flokki møta úti á Tvøroyri hesar dagar. Okur samlast hvønn morgun kl. 08.00 til morgunsang í fimleikahøllini, áðrenn farið verður út á ymisk verktstøð, har okur fara at gera ymiskt, ið verður til sølu á sjálvum stuðulstiltakinum, ið verður í fimleikahøllini tórsdagin kl. 15.00-18.00. Hesa løtuna verður eisini ein loppumarknaður og ein kaffisøla.
Allir flokkar (1.-9.fl.) møta kl. 08.00 í fimleikahøllini í Tvøroyrar skúla. Okur gevast kl. 12.30 (tó fríggjadag kl. 11.20). Bussurin koyrir sjálvandi samsvarandi. Fríggjadagurin er settur av til upprudding og eftirmeting - umframt eina felagsløtu.
Gluggin og 10. flokkur fáa boð frá sínum lærarum um møtitíðir og –stað.
Heimaarbeiðið hesa vikuna er sostatt eitt sindur øðrvísi enn aðrar vikur: Hyggið heima, um nakað er, sum bara óruddar, og tykur tískil kanska vilja lata til okra loppumarknað. Lutir, tað kundi verið klæðir, leikur, brúkslutir, prýðislutir og annars alt møguligt, kunnu takast við í skúla í seinasta lagi tórsdagin (tó helst longu í dag ella týsdagin).
Minnist til matpakka og dunk.
Okur vóna at síggja nógv foreldur og avvarðandi í fimleikahøllini tórsdagin. Okur hava opið frá kl. 15.00 til á leið kl. 18.00. Loppumarknaður, kaffisøla og søla av lutum, næmingar hava evnað í skúlanum. Hjálpið okum at hjálpa <3
Til heimini
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)
- Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
- Fráboðan um skrubb
- Skúlamyndir - kunning
- Kunning - nýggjur heilsufrøðingur
- Gloymd klæði í Trongisvági
- Fyrsti skúladagur - Vælkomin