Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
Ein fastur táttur í skúlaárinum er árliga várkappingin hjá eldru deildunum. Í dag átti hádeildin tørn.
Frá morgunstundini av byrjaðu kappingarnar, og spenningurin øktist bara til á middegi, tá vinnarin varð kosin.
Flokkarir blivu í morgun býttir í bólkar, ið síðani skuldu kappast. Kappingarnar úti á Tvøroyri vóru seks í tali:
- Styvlakast í gamla skúlagarði. Hesa kappingina kenna tey flestu, ið hava gingið her í skúla seinastu mongu árini. Tað er av og á onkur, ið skarar framúr og kastar sera langt. Í dag var tað Stefan í 9. flokki, ið kastaði sera, sera langt - út um skúlagarðin - og tað fleiri ferð eisini.


- Gita ting undir einum viskistykki. Her vóru nógvir ymiskir lutir; summir lættir at gita, summir truplari.

- At saga og smíða. Her skuldi eitt træpetti sagast av og so í hin endan av smíðstovuni at smíða ein seym í. Flest træpetti við seymi í = flest stig.

- Forma ein terning við putlibrikkum. Her vóru fleiri ymisk torleikastig. Jú fleiri terningar, bólkurin fekk samlað, jú fleiri stig.


- Nevna djór. Okur eiga nógv ymisk djór í lívfrøði, og saman við fleiri leikudjórum var djórasamlingin stór. Ein og ein næmingur kom inn í lívfrøði og skuldi nevna eitt djór. Tann bólkurin, ið fekk nevnt flest djór tilsamans, fekk sjálvandi flestu stigini.

- Eitt slag av minnisspæli. Úti í gongini lógu nógv ymisk kort. Ein næmingur í senn slapp at síggja eitt kort, og so skuldi viðkomandi royna at finna eitt eins kort inni í skúlastovuni. Hendan uppgávan var kanska eitt sindur trupulari, enn hon ljóðar.

Kappingarnar inni í Trongisvági vóru:
- Blindaflogbóltur

- Hockey

- Forðabreyt


Áskoðarar gera kappingar enn betri, og 3. flokkur var og heppaði eina løtu.
Við sera góðari hjálp frá 10. flokki, eydnaðist kappingin sera væl. Tey hjálptu til at skipa og halda kappingarnar og at telja stig saman. Á middegi vóru øll í 7.-9. flokki samlað í høllini og bíðaðu í spenningi eftir úrslitinum.
Ársins vinnari av várkappingini er 8. flokkur - hjartaliga til lukku :-)

Til heimini
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur