Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 09.09.2025
Góð felags lesiløta
Í gjár var Altjóða lesidagur, og í ár eru júst 60 ár liðin, síðan ST tilnevndi 8. september at vera altjóða lesidag. Endamálið við degnum er at seta sjóneykuna á týdningin, ið lesing hevur fyri okum øll.
Okur hava nú í nøkur ár hildið altjóða lesidagin, og tað vildu okur sjálvandi gera aftur í ár. Tó hildu okur dagin í dag, ein dag ov seint, men okur rukku endamálinum - okur sótu øll (onkur lá) og lósu í fimleikahøllini í eitt gott korter. Tað var ein góð løta, ið gav okum øllum møguleikan at hugsavna okum; tað geva okur okum kanska ikki altíð nóg góða tíð til.
Í Trongisvági var eisini ein væleydnað lesiløta í morgun.
Ein góð siðvenja - at geva okum tíð til at lesa og onki annað!
Til heimini
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv