Prógvhandan hjá 9. og 10. flokki, juni 2022
9. flokkur 2021-2022
10. flokkur 2021-2022
Tað er altíð við sorgblídni, at tað verður sagt farvæl við 9. og 10. flokk. Flestu teirra hava gingið í okra skúla, síðan tey á fyrsta sinni stigu inn um skúlans gátt sum 6-7 ára gomul. Tað er nakað heilt serligt at síggja hesi fittu børnini veksa og mennast, til tey sum hálvvaksin eru klár at fara undir nýggjar, spennandi og øðrvísi avbjóðingar.
Næmingarnir, sum nú sita við prógvum sínum í hondini, hava ymiskar dreymar og visiónir fyri framtíðina. Summi fara nú at arbeiða, onkur ætlar at finna sær lærupláss, onkur fer á miðnámsskúla, nøkur fara á eftirskúla, og onkur leggur leiðina til Klaksvíkar á Húsarhaldsskúla. Summir av næmingunum í 9. flokki hava eisini valt at koma í 10. flokk eftir summarfrítíðina. Óansæð hvagar leiðin gongur, so ynskja okur øll, at tað fer at ganga tykum væl!
Prógvhandanin í dag varð hildin í tveimum umførum; fyrst klokkan 16.00 fyri 9. flokki og so klokkan 17.30 fyri 10. flokki. Tíbetur hava okur lagt koronuavmarkingarnar aftur um okum, so okur í ár kundu bjóða fleiri avvarðandi vælkomnum til hátíðarløturnar.
Á skránni til báðar handanirnar vóru felagssangir og sera góðar sangframførslur frá Lív og Tróndi. Jón Johannesen, skúlastóri, helt sum vant eisini røður fyri flokkunum, og hann minti øll á, at uttan mun til, hvat okur velja á lívsleiðini, so mugu okur minnast til at hava hjartað við okum.
Umboð fyri næmingarnar hildu eisini rørandi og avbera góðar røður.
Fyri 9. flokk hildu Bjørt og Torkil røðu vegna flokkin. Tey greiddu frá ymiskum, tey hava upplivað, síðan tey byrjaðu í skúla fyri skjótt 9 árum síðan. Nú er tíðin komin at hugsa um víðari lívsleiðina, og grundarsteinurin er lagdur í skúlanum her í Tvøroyrar skúla, søgdu tey bæði. Tey bæði nýttu eisini høvið at takka sínum flokslærarum, Wiviku og Mariann fyri manga góða løtu í álvara og gamni. "Tær eru gull verdar", søgdu tey!
Fyri 10. flokk helt Súsanna røðuna vegna flokkin. Í røðuni segði Súsanna millum annað, at tíðin í Tvøroyrar skúla hevur verið teimum kær. Ein tryggur og góður skúli, har ein følir seg sum heima. Hon greiddi frá ymiskum, tey hava gjørt hetta skúlaárið og mintist aftur á sera góða túrin til Edinburgh í apríl. Eisini 10. flokkur nýtti høvið at takka fyri eitt gott "eyka" ár í fólkaskúlanum. Súsanna nevndi eisini, at tey heilt víst vildu mælt øðrum til at fara í 10. flokk! At enda takkaðu tey eisini sínum flokslærara, og tað er ikki at gera ov lítið av at siga, at undirritaða gjørdist ikki sørt rørd av orðunum :-)
Takk fyri røðurnar, 9. og 10. fl. Takk fyri góðar løtur. Takk fyri festligar løtur. Takk fyri stuttligar løtur. Takk fyri strævnar løtur. Takk fyri álvarsamar løtur. Tað eru allar hesar ymisku løturnar, ið tilsamans hava skapt tykra skúlatíð. Allarbestu ynski á lívsleið tykra! Okur síggjast :-)
dec. 2024