The Viking Voyage - Víkingaferðin við Naddoddi til Noregs
Klokkan hálvgum níggju í morgun fóru bussar at koyra næmingarnar í mið- og hádeildini úr skúlanum og yvir á Drelnes, har mentanarhúsið SALT skuldi vera karmur um eina serstaka framløgu um komandi ferðina hjá seksæringinum Naddoddi, ið flestu okra ivaleyst kenna, av Tvøroyri til Noregs. Hetta er, sambært fyrireikarunum, ein vísindalig og søgulig rannsóknarferð.
Manningin á Naddoddi á komandi túrinum telur seks fólk: Andy Fitze úr Sveis er skipari og verkætlanarleiðari. Hini fimm eru føroyingurin og havrógvarin Livar Nysted, Karla Dana, ið er víkingafornfrøðingur úr Meksiko, búsitandi í USA, umframt sveisisku Saeny Blaser, ið er myndatakari, Georg Aebi og Martin Fitze.
Hetta er 22. rannsóknarferðin hjá Andy Fitze, síðan hann var á fyrstu ferðini í donskum og svenskum sjógvi. Okur sóu millum annað bergtakandi myndir av rannsóknarferð við Svalbard á stórskíggja, meðan framløgan var.
Tann fyrsti, ið fekk orðið, var verkætlanarleiðarin, sveisarin, Andy Fitze. Hann beyð øllum vælkomnum og fegnaðist um at síggja so nógvar næmingar og lærarar úr allari oynni. Andy gav síðani orðið til meksikonsku, Karla Dana, ið er víkingafornfrøðingur.
Karla greiddi frá, hvar hennara áhugi fyri at granska og fyri rannsóknarferðum byrjaði. Hon greiddi frá, at hon eitt tíðarskeið livdi saman við einum ættarbólki í Costa Rica. Ein av siðunum hjá hesum ættarbólkinum - sum hjá so mongum øðrum - var søguforteljing, ið verður latin víðari til nýggj ættarlið av mannamunni. Leiðarin hjá ættarbólkinum kundi sorgarbundin greiða Karlu frá, at hann óttaðist, at søgurnar skjótt vóru at verða gloymdar, tí yngra ættarliðið tímdi ikki longur at liva fjarskotið frá øðrum og leitaði sær heldur inn til stórbýirnar. Karla gjørdi av at skriva allar søgurnar niður og handaði ættarbólkinum 100 eintøk. Á henda hátt kundi hon gera sítt til, at søgurnar ikki fóru at doyggja men at liva víðari.
Sum 20-ára gomul søkti Karla Dana um at sleppa at luttaka í eini verkætlan, ið legði dent á tekniska hugsan og uppfinning, á einum lærdum háskúla í Silicon Valley. Umsóknin var gingin á møti, og saman við tveimum øðrum settu tær saman eitt tól, ið kundi geva wifi-internet á støðum, ið vóru rakt av náttúruvanlukkum.
Boðskapurin hjá Karlu, ið hóast einans 29 ára gomul, hevur upplivað og avrikað so nógv, er, at um tú vilt eitthvørt, so er at royna at røkka málinum; eisini tá tað tykist trupult og ómøguligt. Tú kanst gera mun!
Síðan fekk Liver Nysted, ið flestu okra kenna sum málara og havrógvara, orðið. Hann vísti myndir og greiddi frá nøkrum hendingum á sínum ferðum, har hann - saman við øðrum - hevur róð yvir høv. Boðskapurin hjá Livari var eisini greiður: Viðhvørt eydnast tað, og viðhvørt kiksar tað. Kiksar tað, royn so aftur! Til tey, ið ivast, hvar tey skulu "byrja at granska" segði hann, at tá tú hevur kannað nærmasta steinin, far so og kanna næstu bygdina, oynna, havið ... At enda fortaldi Livar, at hann hevur eina aðra verkætlan í gerð. Hann ætlar sær at rógva einsamallur um Atlantshavið!
Livar greiddi millum annað eisini frá, at til ein túr yvir Atlantshavið, nyttar ikki nógv at kanna veðrið, tí túrurin er ov langur, at forsagnirnar ikki kunnu brúkast. Hesin túrurin hjá Naddoddi til Noregs tekur væntandi 4-5 dagar, og Livar kundi siga, at teir tíverri ikki løgdu frá landi í dag, tí verðurforsøgnin í Noregi er stak vánalig komandi dagarnar. Í fyrsta lagi verður farið í morgin, men møguliga verður bíðað heilt til tórsdagin.
Síðani var ein samrøða yvir netið við sveisaran, Bertrand Piccard, ið eitt nú var hin fyrsti at flúgva runt jørðina í einum flúgvara, ið einans nýtti sólorku. Hann greiddi frá, hví tað er so týdningarmikið at kanna og granska, at droyma og at royna ymiskt - einans soleiðis verða okur flutt fram á leið. Gransking og at royna ymiskt, ið fleiri kanska halda er heldur "ørt", er ikki ókent hjá Piccard. Pápi hansara var saman við einum øðrum tann fyrsti, ið kom niður í djypsta stað á jørðini - Marianargrøvina. Abbin var hin fyrsti at koma upp í miðhválvið/stratosferina og síggja, hvussu jørðin bugar.
Gerið endiliga tað, ið ikki hevur verið gjørt fyrr, segði Bertrand Piccard við allir skúlanæmingarnar, ið lurtaðu í morgun! Eisini hann greiddi frá, at hann kennir alt til, at okkurt ikki eydnast báði eina og tvær og fleiri ferð, men so er bara eitt at gera - roynið aftur! Lærið mál, vísindi, gerið tykra besta til próvtøkur. Roynið aftur, um tað kiksar! Granskið, hugsið kreativt! Gerið heimin til eitt betri stað! Hugsið um umhvørvið!
Bundin er bátleysur maður, er gamalt føroystk orðatak. Hetta orðatakið tók Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, við í sína røðu og góðynski til manningina á Naddoddi, nú fráferðin nærkast. Sirið hugleiddi um týdningin, sum báturin hevur havt fyri Føroyar og føroyingar, og hvussu hann hevur flutt okum fram á leið; báði so og so.
Hvussu ber tað so til, at fýra sveisarar, ein meksikani og ein føroyingar fara við Naddoddi av Tvøroyri til Noregs? Tilvild, kanska? Fyri ári síðani kom Andy Fitze inn á Trongisvágsfjørð, og her hitti hann eldhugað fólk í bátafelagnum Naddoddi, og restin er - skjótt - søga.
Til ber at fylgja Naddoddi og manningini á blogginum niðanfyri:
https://www.sail2north.earth/the-viking-voyage-24
Harumframt ber til at lesa um ferðina og ymiskt "rundanum" á facebook-vanganum hjá Bátafelagnum Naddoddi.
oct. 2024