Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 12.08.2025
Nú fara okur aftur í skúla
Ónsdagin 13. august fara okur aftur í skúla. Vónandi hava tykur havt eina góða summarferiu
Soleiðis møta okur í morgin, ónsdag:
Kl. 10.00: 1.-10. fl.
Næmingar í 1.-3. flokki møta í Trongisvági, og næmingar í 4.-10. flokki møta í fimleikahøllini úti á Tvøroyri.
Kl. 11.30 møta næmingar og foreldur/avvarðandi í Glugganum.
Foreldur eru sjálvandi vælkomin við næmingum, ið byrja í Glugganum og 1. flokki.
Okur gleða okum til hetta nýggja skúlaárið, ið vónandi verður gott hjá okum øllum
Mint verður á, at næmingar og starvsfólk í Trongisvági framyvir ikki brúka útiskógvar inni (tískil er eitt gott hugskot við inniskóm ella øðrum líknandi).
Til heimini
- Leys størv í Tvøroyrar skúla,skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur