Kunning um morgunsangin
Morgunsangir komandi fýra vikurnar (24. aug. - 18. sep)
Mánad. Sálm nr. 406 “Bið, o, Jesus, fyri mær”
Týsd. “Hví”
Ónsd. Sálm nr. 369 “Gakk tú fram við góðum treyst”
Tórsd. “Súkkla nú”
Fríggjad. Sálm nr. 555 “Nú skínur sólin bjarta”
Mánadagar
406
Bið, o, Jesus, fyri mær,
bið meg heim í hús hjá tær,
har at liva væl í frið
hjá tí halga einglalið.
2. Lat meg altíð elska teg;
gott tú biður fyri meg.
Hoyr meg, Guð, mín vinur ver
fyri Jesu frelsugerð.
Gomul donsk barnabøn. Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 208.
Týsdagar
Hví ?
Hví er dagur, og hví er nátt?
Hví er vatn vátt og eitt klemm so gott?
Hví er látur, og hví er grátur?
Hví er jørðin ein stórur bátur?
Hví eru summi lítil og summi stór?
Hví eru túsund milliónir djór?
Hví er myrkur, og hví er ljós?
Hví er lívið ein spælidós?
Hví syngja fuglarnir allir í kór?
Hví sá eingin, hvar vindurin fór?
Hví eru fjøll, og hví eru trøll?
Hví eri eg ikki sum tit øll?
Hví ert tú tú, og hví eri eg eg?
Hví eru summi so góð við meg?
Hví ert tú tú, og hví eri eg eg?
Hví eri eg so góð/-ur við teg?
Orð og lag: Dánjal á Neystabø og Búi Egason Dam
Ónsdagar
369
Gakk tú fram við góðum treyst,
tú ert ei aleina;
Harrin tó er tann, ið best
leiðirnar kann beina.
2. Firnast ikki myrkur svart,
bjartar stjørnur standa;
hevur faðirvár tú lært,
óttast tú ei vanda.
3. Fyri tí, tú veitst, er rætt,
doyggj, um so má vera;
tá skal lívið falla lætt,
deyðin einki gera.
Chr. Richardt 1867.
J.H. Poulsen og Niels Winther 1895.
Lag: Sl. 79.
Tórsdagar
Súkkla nú
Súkkla nú, eg vil vera við at, tú vilt vera við at súkkla nú.
Hjálmin upp á høvdið so fara vit at súkkla nú.
Eg vil vera við at, tú vilt vera við at súkkla nú. Hjálmin upp á høvdið so fara vit ein túr.
Sólin skínur og veðrið er gott, hjálmin upp á høvdið, sum tað er flott.
Og tá tað regnar, tað onki ger,
tað bara spruttar, tá eg havi nógva ferð.
Súkkla nú, eg vil vera við at, tú vilt vera við at súkkla nú.
Hjálmin upp á høvdið so fara vit at súkkla nú.
Eg vil vera við at, tú vilt vera við at súkkla nú. Hjálmin upp á høvdið so fara vit ein túr.
Saman við góðum vinum er best,
hetta er tað, ið gleðir meg mest.
Hendurnar á róðrið og hjálmin uppá,
traðka á pedalina so fara vit upp frá.
Súkkla nú, eg vil vera við at, tú vilt vera við at súkkla nú.
Hjálmin upp á høvdið so fara vit at súkkla nú.
Eg vil vera við at, tú vilt vera við at súkkla nú. Hjálmin upp á høvdið so fara vit ein túr.
Fríggjadagar
555
Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð,
hon lívgar blómurnar á foldum vaksa;
nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð,
og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.
2. Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong,
til dagsins yrki fer hann nú so lættur,
og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong,
hann vitjar til ungar sínar aftur.
3. Mítt eyga hevur notið ein tryggan góðan blund,
í Harrans hond so søtt eg havi sovið.
Guðs undurverk eg skoði í hesi morgunstund;
við songi eg Guði mínum lovi.
4. Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Guð,
mær givið evni til títt verk at skoða;
fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út,
- nú sólin í fjøll og líð man roða.
Símun av Skarði 1907.
Lag: Sl. 250.