Kunning um svimjing
Viðv svimjing:
Fyrst svimja vit A og B - seinni fari eg at blanda bólkarnar. Møtistað er í ganginum millum fimleikahøllina og lærarastovuna. Fyrstuferðirnar tosa vit fyrst saman í ganginum, heilt stutt, um hvat man ger í skiftirúminum: - Hvussu klæðini skulu liggja - Hvat man ger undur brúsuni - Tá vit eru liðug at svimja, hvat gera vit tá. - Hvussu skal skiftirúmið síggja út tá vit eru liðug. - Atburður í skiftirúmi og svimjihøll sum heild! - Hvat gera vit í inni í svimjihylinum: reglar, floytan oa. Reglanir skulu og mugu til ein og hvørja tíð fylgjast! Góð ráð at svimja við longum hárið: Um næmingurin ikki brúkar svimjihettu, er best fyri næmingin, at hárið er í eini góðari flættu, so hárið ikki er í vegin tá man svimur. Tað er eisini sera tungt at svimja við leysum hárið. Svimjihettur við plássi til langt hár fáast, og hjálpi eg gjarna við at fáa hesar á høvdið
Hugsi um, at klæðini eru lætt at fara úr og koma í – hetta er ein stór hjálp hjá næminginum. Vit eru í tí grunna partinum fyri tað mesta, og fyrstu løtuna brúka vit ikki armringar ella belti. Tey sum duga at svimja, sleppa í tað djúpa, men eg skal góðkenna tað fyrst! Eini góð ráð eru at tit fara at svimja við tykkara børnum av og á – ikki fyri at “trena”, men fyri hugna og samvera. Hetta er ein góð hjálp til tey at gerðast trygg og mennast í hylinum.
Vinarliga Estrid