10. fl. vitjar í Kalsoynni
Túrur norður í Kallsoynna
Okur løgdu frá Krambatanga kl.6.00 í morgun og beint í ein landnyrðing. Við Smyrli í bussin norður til Klaksvíkar, síðani umborð á Sam og aftur í buss til Trøllanesar. Fryntligi ferðaleiðarin, Páll Gunnhard Poulsen, kom við okum út. Hann kennir oynna væl, tí har hevur Páll starvast í 22 ár, tá Landsverk bygdu tunlarnar.
Páll greiddi okum frá um kranan og lendingina; hvussu teir loraðu neyt niður í opnan bát. Vanligt var tá at selja neytini aðrasteðs, og hetta var góð inntøka hjá bóndunum har á plássinum. Eisini segði Páll okum, hvussu trupult tað var at koma til og frá, at upp til 6-8 vikur kundu ganga uttan samband sjóvegis. Og tá var onki WiFi. Síðani fylgdi hann okum út í Kallin, har víðakendi gravsteinurin hjá James Bond stendur. Komin oman aftur til bygdina, hittu okur bóndan Jóhannus Kallsgarð. Hann er 15. Lið av bóndum har á garðinum. Hann vísti á, at tíðin stendur ikki í stað, og inntøkurnar eisini eru broyttar; frá at selja - og at hava mjólkneyt til at reka og liva av ferðavinnu. Jóhannus er tí eisini byrjaður at gera eina høgliga gøtu niðan úr bygdini og út í Kallin, tí henda gøtan gongur ígjøgnum haga hansara. Eisini var hann so fittur at koyra okum ein biltúr út í triðja holið, í Djúpadal, og síðani til Mikladals, har okur runnu oman at heilsa upp á navnframu Kópakonuna, áðrenn bussurin aftur fór avstað. Sam kom um sama mundi, og nú sita okur so fitt í bussinum suður til Havnar. Kl.21:15 stevna okur aftur ímóti lovaða landinum :)
Til heimini
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)