10. flokkur í starvsvenjing
Á hvørjum ári fara næmingar úr 9. og 10. flokkunum í starvsvenjing.
Á hvørjum ári fara næmingar úr 9. og 10. flokkunum í starvsvenjing, og í ár er sjálvsagt onki undantak. Farnu tvær vikurnar hava okra næmingar í 10. flokki verið í starsvenjing. Nú, tey eru komin aftur í skúla, er skjótt greitt, at teimum sum heild hava dámt sera væl. Tað er sjálvsagt ymiskt, hvat tey eru sloppin at gera, tí eitt nú aldur kann vera avgerandi, men tey eru glað fyri at sleppa at royna okkurt annað enn vanliga gerandisdagin á skúlabonki.
Næmingarnir velja ymiskt. Summi velja okkurt, tey halda ljóðar spennandi; kanska okkurt tey hava hoyrt aðrar starvsvenjingarnæmingar siga gott um. Onnur velja málrættað tað starvsøkið, tey sjálvi umhugsað at starvast í eftir lokna útbúgving.
Sum skúli eru okur sera takksom fyri, at starvspláss vilja taka okra næmingar í starvsvenjing, tí tey læra nakað heilt annað enn tað, okur vanliga undirvísa í í fólkaskúlanum. Allir okra næmingar greiða frá, at tey eru væl móttikin og eru sera glað fyri starvsvenjingartíðina.
Hesi starvsstøð hava havt okra 10. floksnæmingar í starsvenjing í januar-februar 2020:
Suðuroyar sjúkrahús (portørarnir), Bærendsen Teknik, SIMO, Barnagarðurin Mýrifípan, Varðin Pelagic, Bakaríið hjá Hans Olaf, Landssjúkrahúsið, Ragnar G. Mortensen, útróðrarmaður, Smyril, Umhvørvisstovan, Smyril-Line/Norrøna, Elding, Steinprent og Marjun Heimá.
Myndir í samband við starvsvenjingina: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=13849
Til heimini
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)