10.fl: Føroya -nokk- størsta páskaregg hevur funnið sín eigara :-)
Í eina tíð hevur 10. flokkur selt lutaseðlar til eitt sera vakurt og sera stórt páskaregg, ið Mariann Mikkjalsdóttir, fyrrverandi flokslærari í flokkinum, hevur latið teimum, nú tey hava samlað pengar til eina ferð til Edinburgh í seinnu hálvu av apríl.
Páskareggið sjálvt var stoypt av 11 kilo av sjokulátu, og harumframt var alskyns góðgæti fylt í eggið. Okur tora at pástanda, at hetta er Føroya størsta páskaregg :-)
Í dag var endaspurturin, og í kvøld varð endiliga drigið um eggið. Spenningurin var stórur, og hepni vinnarin var Heidi Solmunde. Heidi gjørdist nakað bilsin, tá okur komu á gátt við stóra páskaregginum, ið var nakað væl størri, enn hon hevði væntað.
Okur ynskja Heidi hjartaliga til lukku við páskaregginum og takka henni og øllum tykum, ið hava keypt seðlar og stuðlað okum, hjartaliga.
Gleðiligar páskir :-)
10. flokkur


Til heimini
- Leys størv í Tvøroyrar skúla,skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur