4. og 5. fl. vitjaðu Leyvukongin
Ónsdagin í farnu viku vóru okra 4. og 5. fl. á ferð. Næmingar og starvsfólk møttu tíðliga ónsmorgun á Krambatanga, men hóast hetta var tíðliga á morgni, vóru øll spent til dagin.
Tá Smyril legði at í Havn, varð farið við bussi til Fuglafjarðar. Leiðin gekk sjálvsagt gjøgnum Eysturoyartunnilin, og bussurin koyrdi eisini eina eyka ferð runt í vøkru og forvitnisligu rundkoyringini. Fleiri av næmingunum høvdu ikki verið har fyrr, so tað var eisini ein uppliving í sær sjálvum.

Í Fuglafjarðar skúla tók virkandi skúlastjórin, Jógvan Dahl, sera væl ímóti. Flokkarnir hjá okum vitjaðu sama árgang í Fuglafjarðar skúla, og bæði 4. flokkarnir, ið vitjaðu 4. flokk, og 5. flokkur, ið vitjaði 5. flokk, høvdu eina sera góða løtu við práti, spæli og hugna, áðrenn leiðin gekk oman í Mentanarhúsið í Fuglafirði, har Leyvukongurin var á skránni.
Tað er sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla (10. fl.), ið framførdi leikin, ið tey sjálvi eisini hava fyrireikað og pallsett.
Ein sera væl spældur leikur, har alt riggaði væl saman (bæði leikur, sangur, pallur, búnar o.s.fr.).
Tá leikurin var liðugur, var aftur tíð at fara við bussi til Smyril, ið førdi næmingar og starvsfólk aftur til Suðuroyar.
Ein sera væleydnaður túrur :-)
Stóra tøkk til stjóra, lærarar og næmingar í Fuglafjarðar skúla fyri góða móttøku og blíðskap og til 10. flokk fyri sera góðan sangleik!

Til heimini
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb