Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 30.08.2022
5. flokkur hevur sovið í telti í nátt
Fleiri telt vóru at síggja á einum grasvølli í Froðba í gjár og í nátt. Hetta vóru ikki ferðafólk, ið høvdu funnið sær eitt stað at yvirnátta, men 5. flokkur, ið skuldi sova í telti.
Tey møttu spent í gjárkvøldið eftir nátturðatíð. Fyrst spældu tey úti í góðveðrinum. Onkur kapping var eisini uppi á vøllinum.
Umleið klokkan 22.00 varð farið í teltini at sova (kanska hoyrdist nakað av práti tó í teltunum nakað eftir hetta, men sambært flokslæraranum vóru tey øll bæði røsk og góð, so tað mundi ikki bila).
Í morgun ótu tey morgunmat hjá Winnie, áðrenn tey fóru heim - eina serliga uppliving ríkari :-)



Winnie er flokslærari í 5. flokki
Til heimini
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági