8. og 9. vitjaðu Ráðið fyri Ferðslutrygd
Mánamorgun loysir Smyril av Krambatanga longu klokkan seks, so næmingarnir í okra 8. og 9. fl. vóru tíðliga á fótum í gjár. Leiðin gekk til høvuðsstaðin at vitja Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í fleiri ár boðið 8. flokkum á vitjan fyri at læra eitt sindur um ferðslutrygd og annað viðkomandi. Í fjør var vitjanin hjá táverandi 8. flokki avlýst vegna korona, men tey skuldu ikki snýtast fyri hetta frálíka tilboðið, so í gjár fóru báðir flokkar til Havnar.
Tiltakið byrjaði klokkan hálvgum tíggju. Fyrst á skránni var frásøgn um ferðsluna í Føroyum; Koyrilærarin, Benny Ejdesgaard, greiddi okum frá um týdningin av trygdarbeltinum, m.a. vísti hann nøkur filmsbrot, hvat hendir, tá bilar koppa. Hann dugdi sera væl við næmingunum, og vísti á týdningin av at brúka hjálm, nú hesi ungu hava fingið sær koyrikort til skutara.
Løgreglan, Mariann Reinert, var á staðnum og greiddi frá ferðsluvanlukkum sum heild og serliga úr sjónarhorninum hjá løgregluni. Tað gjørdist greitt, at tað tyngsta við at arbeiða sum løgreglufólk, er, tá tey mugu út til fólk at boða frá, tá vanlukkan rakar.
Ambulansutænastan við Allani Samuelsen greiddi frá ferðsluvanlukkum, og hvussu stóran týdning tað hevur, at man er fyrireikaður til at ferðast í ferðsluni, tí í síðsta enda handlar tað um lív ella deyð.
Eitt annað, sum eisini var á skrá, var "tankaeksperimentið" hjá Hjálmari Dam. Hetta hildu næmingar vera spennandi - upp á ein annan máta. Tankavekjandi, tí tað eru so nógvar síður til eina støðu, sum ein næmingur tók til. Man verður "tvungin" at seta seg í ymsar støður, og hvussu ein kann fyrihalda seg til tess. Næmingarnir sloppu at spyrja, um tey høvdu spurningar.
Eitt, ið ofta er tað, ið rørir mest, eru frásagnir frá veruleikanum, og soleiðis var eisini í gjár.
Sum fyriskiparin, Lovisa Petersen Glerfoss, legði afturat, so handlar tað ikki um at ræða tey ungu, men heldur at fyrireika tey til ferðsluna, og tær støður ein kann koma í.
Okur takka fyri hendan ótrúliga týdningarmikla møguleikan at sleppa at vitja Ráðið fyri Ferðslutrygd. Sum altíð ein væl fyrireikaður dagur!





Til heimini
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026