9. flokkarnir vitja Miðnámsskúlan
9. flokkarnir vitja Miðnámsskúlan
Í gjár vóru okra 9. flokkar og vitjaðu Miðnámsskúlan í Grønudali. Hvørt ár býður Miðnámsskúlin 9. flokkunum í Suðuroynni á vitjan, og endamálið er sjálvsagt at geva næmingunum innlit í tær gymnasialu útbúgvingarnar, tey kunnu bjóða okra ungu.
Lestrarvegleiðari á Miðnámsskúlanum byrjaði við eini kunning um sjálva skúlaskipanina, upptøkukrøv, lærugreinar, vanligu tiltøkini, næmingar og lærarar skipa fyri, um stuðul og annað viðkomandi.
Síðan fingu okra næmingar eina rundvísing á skúlanum. Tað vóru næmingar á Miðnámsskúlanum, ið tóku sær av hesum partinum.
Eftir matarsteðgin, har okur fingu ein góðan døgurða í kantinuni, var undirvísing á skránni. Í trimum bólkum sluppu 9. floksnæmingarnir at vitja tríggir ymiskir undirvísartímar:
- Lívfrøði, har næmingar, ið hava lívfrøði á hástigi, undirvístu um eygað, og hvussu okur kunnu síggja ymiskt, hóast okur hyggja at sama tingi.
- Enskt, har næmingarnir royndu at loysa eina uppgávu um týdningin av enskum orðatøkum.
- Búskaparfrøði, ið er lærugrein á FHS. Okur hoyrdu eitt sindur um, hvussu ymiskar fyritøkur eru uppbygdar, og ymiskt, ein skal hava í huga, um ein skal marknaðarføra eitthvørt.
Okur takka fyri ein góðan dag á Miðnámsskúlanum.
Til heimini
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild