20.sep 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
9. flokkarnir í starvsvenjing
Hvørt ár fara næmingarnir í 9. og 10. flokkunum í starvsvenjing í tvær vikur, og í ár var onki undantak. Tó var eina løtu heldur ivasamt, um ársins starvsvenjing fór at verða ávirkað ella avlýst av korona-smittuni. Okkurt starvsstað kundi ikki taka starvsvenjingarnæmingar, men tíbetur bar til at finna øllum næmingunum eitt starvsvenjingarstað. Nakrir næmingar valdu at fara norður um fjørð í starsvenjing, men teir flestu valdu sær pláss her í oynni.
Næmingarnir hava longu verið eina viku aftur í skúla, og tey lata sera væl at. Okur hava hoyrt frá fleiri, at tey høvdu ynskt, at starvsvenjingin var í minsta lagi eina viku afturat.
Okur vilja hervið takka øllum tykum, ið hava tikið so væl ímóti okra næmingum. Starvsvenjingin er ein týðandi partur av skúlagongdini, og uttan øll tey arbeiðspláss, ið bjóða næmingunum í starsvenjing, hevði hetta ikki verið møguligt.
Fleiri myndir frá starvsvenjingini eru at síggja her (fleiri verða møguliga lagdar afturat): https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14022
Næmingarnir vóru hesi støð:
Matas í SMS, Landsverk í Ørðavík, Kiro-smíð, Barnagarðurin Mýrifípan (Summardáin og Smæran), Hamar, Bakaríið hjá Hans Olaf, Bærendsen Teknik, MBM í Havn, Events, Ellisheimið í Havn, Trongisvágs skúli, Løgtingið, PavlaPhoto, hjá Karl Jespersen, Suðuroyar sparikassi, SEV-verkið í Vági, El-service á Skála, Mortan Petersen – timburmanni, BergHestar og Richard B. Thomsen.
mar. 2024