9. flokkur vitjar Miðnámsskúlan
Hvørt ár bjóðar Miðnámsskúlin í Suðuroy 9. flokkunum í Hvalba, Vági og á Tvøroyri á kunningarvitjan. Endamálið er at greiða næmingunum frá gymnasialu útbúgvingunum, ið skúlin bjóðar: Hugbreyt, Náttúrubreyt, FHS Yrkisbreyt og Búskaparbreyt. Harumframt bjóðar skúlin eisini Serbreyt til næmingar við øðrvísi avbjóðingum.
Tiltakið byrjaði klokkan 10.00, tá lestrarvegleiðararnir, Niels og Dania, greiddu frá skúlaskipanini, áðrenn miðnámsskúlanæmingar vístu 9. flokkunum runt á skúlanum. Miðnámsskúlin bjóðaði góðan døgurða á middegi, so okur vóru mett og væl sett, tá seinni partur av kunningartiltakinum fór í gongd.
Okur fingu tvær frálíkar tónleikaframførslur, áðrenn ein næmingur úr hvørjari breyt greiddi frá ymiskum, ið sermerkir skúlan og tær ymisku breytirnar. Hetta var sera áhugavert at hoyra.
Eisini høvdu ymiskar lærugreinar gjørt eina lítla framsýning, ið 9. flokkarnir kundu ganga runt og kunna seg um.
Okur takka fyri í dag :-)











Flestu av okra 9. floksnæmingum avmyndaðir, meðan teir bíðaðu eftir bussinum eftir tiltakið. Nakað av vindi var, sum tykur nokk síggja :-)
Til heimini
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)
- Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)