9.b vann ársins várkapping
9.b vann ársins várkapping
Eins og sigur er, hava okur sjálvandi aftur í ár havt eina várkapping, har flokkarnir í hádeildini skuldu dystast um steyp og eitt heiðurspláss á vegginum, har einans vinnararnir av undanfarnum várkappingum hanga.
Spenningurin var – sum altíð – stórur, og næmingarnir løgdu nógva orku í kappingarnar.
Kappingin varð skipað í tveimum, har fyrsti partur var í skúlanum úti á Tvøroyri og seinni partur í høllini í Trongisvági.
Í Tvøroyrar skúla vóru fimm ymiskir postar: Styvlakast, mánabilar, rullubretti, at bera ein viðarbul og ein kreativ myndaavbjóðing.
Í Trongisvági varð kappast í eini forðabreyt, hockey og blindaflogbólti.
Flokkarnir, ið vóru við, vóru: 8.a, 8.b, 9.a, 9.b og 10. flokkur.
Spenningurin var øgiligur, men tá stigini frá øllum kappingunum vóru tald saman, varð vinnarin kosin. Rómurin var stórur hjá 9.b, ið eisini vann várkappingina í fjør.
Hjartaliga til lukku til 9.b - og stóra tøkk til allar næmingarnar úr øllum flokkunum fyri ein frálíkan dag! Gott vikuskifti :-)
Myndir, ið lýsa dagin: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14291
Til heimini
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági