27. januar er altjóða minningardagur um Holocaust, og í 2019 samtykti Løgtingið, at hesin dagurin eisini skal haldast í Føroyum til minnist um Holocaust og onnur fólkadráp.
Mentanarhúsið SALT er karmur um ársins Holocaustdag, og hádeildin í Tvøroyrar skúli er vertur. Eins og í fjør verður tiltakið stoymt, so allir skúlar og onnur áhugað hava møguleika at fylgja við. Í ár verður dentur lagdur á Armenia og fólkadrápið, ið fór fram har frá 1915 og nøkur ár eftir hetta.
Á skránni hendan dagin er ymiskt áhugavert. Millum annað fara okur at síggja eina samrøðu, ið Ólavur í Geil, ið er samskipari av tiltakinum, hevur havt við kenda sangaran úr System of A Down, Serj Tankian. Báðar ommurnar og báðir abbarnir hjá Tankian yvirlivdu fólkadrápið, ið Ottomanska Ríkið setti í verk í Armenia í 1915, og Serj lovaði armenska abbanum, at hann ongantíð fór at gloyma fólkadrápið, ið tað, okur í dag í stóran mun kenna sum Turkaland, framdi móti armenska fólkinum.
Serj Tankien (myndin er frá Snar/Nám)
Eisini verður ljós varpað á støðuna í dagsins Armenia, tá prátað verður við ein armenskan journalist. Prátað verður eisini við Tóru Petersen, sálarfrøðing. Hetta prátið snýr seg millum annað um, hvat tað er, ið ger seg galdandi, tá okur royna at finna syndabukkar í eini roynd at skilja millum okum og hini.
Undirvísingarportalurin Snar hevur eina tema-síðu um Holocaust-dagin, Holocaust og onnur fólkadráp. Her ber til at finna upplýsingar, uppskot til undirvísing, hugskot til bókmentir og filmar og annað viðkomandi. Síðuna finna tykur her: https://snar.fo/holocaust#c221118
Á bókasavninum eru eisini fleiri viðkomandi bøkur: