Ársins næmingaráð er mannað
Ársins næmingaráð er mannað, og í dag var fyrsti næmingaráðsfundur hetta skúlaárið.
Sambært viðtøkunum fyri næmingaráðið í Tvøroyrar skúla, ið vórðu góðkendar farna skúlaár, skal nýtt næmingaráð veljast hvørt ár, tá nýtt skúlaár byrjar. Hetta hava okur gjørt nú í fleiri ár, og sum skúli kunnu okur bara fegnast um, at okra næmingar gjarna vilja stilla upp til næmingaráðið og hvørt ár eru við til at gera okra skúla enn betri.
Á fundinum í dag skipaði ráðið seg við Markusi úr 9. flokki sum formanni og Ólavi úr 8. flokki sum næstformanni.
Høvuðsevnið á fundinum í dag var eitt kjak um vetrarferiuna, ið landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur ætlanir um at seta í verk. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sent skriv til ymiskar partar, ið ein møgulig vetrarferia ávirkar, við einari áheitan um at viðgera spurningin; ein av hesum pørtum eru næmingaráðini í fólkaskúlanum.
Nývaldu næmingaráðsumboðini fingu eisini eina kunning um, hvat eitt næmingaráð er, hvussu týdningarmikið tað er fyri skúlan eisini at hoyra, hvat næmingarnir halda og vilja, umframt hvat ráðið kann taka upp.
Ársins næmingaráð í mið- og hádeildini er mannað av (fyrstnevndi næmingur er næmingaráðsumboð, næstnevndi er varaumboð):
4. flokkur: Rúnar og Julia
5. flokkur: Silas og Ida
6. flokkur: Berit og Rói
7. flokkur: Vic, Talita og Sissal
8. flokkur: Ólavur og Sissal
9. flokkur: Markus og Dánjal
10. flokkur: Julius og Kristian
Næsti fundur verður í november.
Fundardagur og -skrá verða kunngjørd nakrar dagar frammanundan.
Niðanfyri er mynd av nývalda ráðnum; tíverri manglar Rúnar á myndini.

Til heimini
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026