Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 09.06.2025
Evnisvika um kol í innskúlingini
Herfyri var evnisvika í Trongisvági um kol og ymiskt við og um kol. Næmingarnir í Glugganum og 1. til 3. fl. sluppu at uppliva ymiskt hesa vikuna. Millum annað fingu tey frágreiðing um kol og ymiskt tí viðvíkjandi, grillaðu á koli í plantasjuni, gjørdu pyntilutir, ið vórðu skríddir við smáum kolklumpum, og ein dag var gongutúrur úr Rangabotni, har kolaminuni vóru fyrr, til Drelnes. Nakrir læruríkir og spennandi dagar :-)
Myndin vísir eitt størri verk, ið næmingarnir gjørdu:

Til heimini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði