Ferðast við streyminum: Havstovan framløgur fyri 2.-6. fl.
Ferðast við streyminum: Havstovan framløgur fyri 2.-6. fl.
tann: 05.05.2025
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Tórsdagin 1. mai hevði Havstovan boðið skúlaflokkum á Seglloftið til áhugaverdan fyrilestur við heitinum "Ferðast við streyminum". Tað vóru fimm fyrilestrar - ein til hvørt floksstig frá 2. til og við 6. flokk, og áhugaverdu fyrilestrarnir vórðu snikkaðir til ymisku floksstigini.
"Umhvørvisvikan á Tvøroyri" skrivar um fyrilestrarnar á facebook: "Framløgurnar snúgva seg um havstreymarnar í okkara havøki, hvussu teir ferðast kring londini, og hvussu tað ávirkar lívið kring okkum. Nógv rusk verður framvegis blakað á sjógv, og hetta ferðast eisini við havstreyminum."
Tað vóru tær báðar Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, og Guðrið Eriksdóttir Johansen, cand.scient. og Ph.d.-lesandi, ið hildu fyrilestrarnar. Tær báðar, ið báðar eru av Tvøroyri, fortaldu eisini søgur um fløskupostar, ið eru sleptir í Føroyum og hava ferðast víða um.
Fyrilestrarnir vórðu hildnir í samband við, at Tvøroyrar kommuna í farnu viku skipaði fyri árligu umhvørvisvikuni í kommununi.