Herfyri settu næmingarnir í 8. flokki seg við árarnar og róðu sær ein túr á fjørðinum. Summir av næmingunum í flokkinum hava mannað ein bát og luttaka á stevnuróðrum kring landið, so tað var upplagt hjá Winnie og Otto at fara ein túr við øllum flokkinum í ítrótti.
Komin aftur á land, fingu tey grillaðar pylsur og breyð!
Hetta var ein góður dagur, ið endaði við týskari rennistafett í nýggja neystinum :-) Fleiri myndir í myndasavninum!