Føstulávint í 4.-9. flokki
Kattakongarnir eru krýndir, og føstulávintsbollarnir etnir :-)
Fríggjadagin, tá skúladagurin var um at enda, og flestu fóru heim í vikuskifti, fór næmingaráðið hjá okum til verka. Tey kliptu og límaðu, blástu ballónir upp og hongdu pynt upp á veggir og í vindeyguni. Tey gjørdu klárt til føstulávintshaldið í dag.
Í morgun klokkan 8 møttu næmingar og lærarar so í Tvøroyrar skúla; summi grýluklødd, onnur við grýluklæðum í taskuni, og summi høvdu latið tey ligið eftir heima. Tíbetur eru fleiri og fleiri, ið tíma at lata seg í :-)
Hjá miðdeildini gjørdust Natasja úr 6.a og Vic úr 5.b kattakongar, og hjá hádeildini blivu Eli úr 8. flokki og Elsebeth úr 9. flokki kattakongar:

Næmingaráðið skipaði eisini fyri grýlukapping, og tað var ordiliga stuttligt at síggja, at fleiri høvdu gjørt nógv burturúr. Dagsins vinnarar fingu gávukort, ið Pizzaria á Hotel Tvøroyri hevur givið sum vinning, og sodavatn, ið Føroya Bjór hevði stuðlað okum við.
Ársins vinnaragrýlur:


Greinmyndin er av 4. flokki, ið varð kosin dagsins festigasti flokkur.
Sí myndir frá degnum her: https://www.tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15034
Næmingaráðið er her avmyndað, tá dagsins arbeiðið var av:

Til heimini
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)
- Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)