Fótbóltstroyggjufríggjadagur
Týsmorgun fingu okur øll í mið- og hádeildini eina avbjóðing frá Katrine og Sofie. Tær báðar lesa til lærara í Danmark og hava nú í eina tíð verið her hjá okum í starvsvenjing. Avbjóðingin var stutt og greið: Latið tykum í eina fótbóltstroyggju fríggjadagin! Tær lovaðu, at tær skuldu lata eina krónu hvør fyri hvønn næming og hvørt starvsfólk, ið var ílatin eina fótbóltstroyggju, til Børnecancerfonden!
Løtan byrjaði við morgunsangi. Christian í 9. og Tróndur spældu undir, meðan TB-sangurin rungaði í fimleikahøllini.
TB, Føroyar, Liverpool, Sumba, Royn, Manchester United, VB, Arsenal, FC Suðuroy ... nógv vóru liðini, ið vóru umboðað, og áðrenn myndatøkuna settu Sofie og Katrine gongd í eitt spæl: Stein, saks, pappír, og tann, ið tapti, skuldi fylgja vinnaranum í at heppa upp á liðið, ið vinnarin "umboðaði". Hetta var stuttligt, men ikki var altíð lætt at heppa á ein "rival" :-)



Til heimini
- Leys størv í Tvøroyrar skúla,skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur