FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
Fit First hevur verið ein fastur partur av tímatalvuni hjá næmingunum í okra innskúling nú í trý ár, so hóast Fit First kanska er eitt nýtt hugtak í fólkaskúlanum, vita allir okra yngru næmingar, at tá Fit First er á skránni, so er tað rørsla og stuttleiki, ið er í miðdeplinum.
Í 2022 hoyrdu okur í Tvøroyrar skúla um FIT FIRST FOR ALL á fyrsta sinni. Tá játtaði skúlin at luttaka í gransking, ið Helgi Winther Olsen stóð fyri. Ein kanning varð tá gjørd í einum øðrum skúla fyri at síggja, um reglulig kropslig rørsla í skúlatíðini hevði nakra ávirkan á næmingarnar. Tvøroyrar skúli luttók tá sum sonevndur kontrolskúli. Í 2023 og 2024 luttóku okur sum kanningarskúli, og í ár hevur skúlin valt at halda fast í FIT FIRST á tímatalvuni, hóast granskingin er av á hesum sinni. Helgi Winther Olsen vardi í november 2025 sína ph.d.-ritgerð um kropsliga rørslu í skúlanum, og nú sleppa okur øll at hoyra um hansara gransking, og um FIT FIRST ger nakran mun.
Fyrilesturin verður ónskvøldið 4. februar, kl. 17.00, í skúlanum í Trongisvági. Helgi fer at greiða okum frá sínum royndum, upplivingum og sjálvandi úrslitunum, ið koma fram í ph.d.-ritgerðini. Foreldur og avvarðandi eru hjartaliga vælkomin.
-----
FIT FIRST FOR ALL er eitt skúlabundið rørsluátak í Føroyum, har næmingar í aldrinum 7-16 ár fáa tríggjar 40-minuttir langar rørsluløtur um vikuna. Endamálið er at økja um kropsliga orku, vælveru og luttøku hjá øllum næmingum.
Kanningar vísa, at átakið hevur jaligar avleiðingar:
- Betri kropslig vælvera, serliga hjá dreingjum og yngru næmingunum.
- Styrkt konditión, har næmingar í royndarskúlanum øktu um úthaldni vi ðheilum 31%.
- Afturat hesum varð eisini skrásett betri smidleiki og kropssamanseting, umframt betri trivnaður og stórur hugur at luttaka.
FIT FIRST FOR ALL er sostatt eitt átak, sum við leikandi og aldurshóskandi rørslu skal skapa ein sunnan og virknan skúladag hjá øllum næmingum.
Til heimini
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)
- Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)
- Nærvera og gaman - ársins jólaevnisvika í mið- og hádeild er liðug
- Okur koma at heilsa upp á tykum, ið eru 80+, í morgin, týsdagin
- Skráin komandi dagarnar í Tvøroyrar skúla
- Jólaevnisvikan (mið- og hádeild)
- Barnalógin í eygsjón
- Betri vinir - Foreldrafundur var í innskúlingini 30. oktober
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin