Valfepur í Trongisvági
Tað eru ikki einans tey, ið eru fylt 18, ið hava valrætt í hesum døgum. Eisini okra yngstu næmingar hava verið á vali. Valstaðið í Tvøroyrar kommunu er í skúlahøllini í Trongisvági, og tískil var tað jú upplagt at hava Barnaval 2026 ónsdagin 25. mars í somu hølum og við nærum somu útgerð, sum tey vaksnu brúktu báði týs- og tórsdag.
Valevnislistin var ikki heilt so langur sum á fólkatings- og løgtingsvalinum, men har var gott í at velja. Veljast kundi ímillum ein ítróttardag, ein roknidag, ein dag við kort- og borðspølum, ein pannukøkudag, ein filmsdag við poppkorni ella ein dag, har tey kundu fáa lasagnu at eta.
Vinnarin var filmsdagurin við poppkorni, so nú kunnu næmingarnir í Glugganum og 1.-3. flokki fara í páskaferiu og gleða seg til ein góðan filmsdag einaferð eftir feriuna.
Valplakatirnar og nakrar myndir frá valdegnum síggja tykur niðanfyri.













Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini