Okur lesa
Allan mars-mánaða hava okur í mið- og hádeildini lisið hvønn morgun. Klokkan 8 seta næmingar og lærarar seg við einari bók, og so er lesifriður.
Myndin av 4. flokki er tikin beint eftir lesiløtuna í morgun. Næmingarnir eru samdir um, at lesiløturnar eru góðar.
Tað eru nakrar bøkur, ið serliga verða nevndar umaftur, tá tey skulu nevna, hvørjar bøkur teimum best dámar. Bókarøðir ganga eisini aftur. Hetta sæst eisini á bókasavninum, har tað meir enn so kemur fyri, at bíðirøð er eftir ávísum bókum.
Handbøkurnar fyri superhetjur og Krypto-teknirøðin eru sera vælumtóktar hjá fleiri aldursbólkum. Kalt blóð-serian er framvegis vælumtókt, og frøin var stór, nú okur júst fingu fleiri eintøk av nummar 11 í røðini. Hjá teimum elstu næmingunum er tað nokk mest Sjørnucrush, Sjørnusjeikur og Stjørnuslatur hjá Kristi Kristoffersen, ið genturnar spyrja eftir. Dreingjunum í hádeildini dámar væl teknirøðir og faktabøkur um eitt nú fótbólt, djór og søgu.
Innskúlingin er eisini farin undir eitt lesiátak. Tey lesa hvønn dag hesa vikuna.
Fleiri myndir koma seinni.



Til heimini
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)