Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
Hvat hava Bubu, Annika-prestur, Elin Winther Poulsen, journalistur og Torkil Holm, fótbóltsspælari til felags? Teimum dámar væl at lesa, og tey hava øll somul sent eina heilsan til okra yngstu næmingar, ið í farnu viku fóru undir eitt lesiátak í skúlanum.
Hvønn morgun er ein friðarlig løta, har tað einasta á skránni er lesing. Næmingarnir hava valt sær bøkur, og so er lesifriður. Okur hava øll nógv um oyruni, og skíggjar av øllum møguligum slag vilja hava okra uppmerksemi. Tískil er tað av stórum týdningi, at okur loyva okum sjálvum nakrar løtur, har okur kunnu hugsavna okum og onki annað gera uttan at lesa og flyta inn í ein bókaheim eina løtu. Onki annað á skrá - bara lesing! - og tað hevur riggað sera væl.
Skúladagurin byrjaði við einari framhaldssøgu. Otto las fyrsta part, og so hava fólk, ið hava ommu- ella abbabørn í skúlanum verið inni og lisið víðari.
Her lesur Jóhannes Magnussen úr framhaldssøguni. Onnur, ið hava lisið, eru - umframt Otto og Jóhannes - Turið V. í Dali og Anita Vibergsdóttir.
Tá dagsins partur í framhaldssøguni var liðugur, hoyrdu og sóu okur eina heilsan frá onkrum, sum okur øll kenna.
Annika Gaard Magnussen, fyrrverandi prestur á Tvøroyri, fortaldi, hví hon heldur, tað er so týdningarmikið, at okur geva okum tíð at lesa, og hvat henni dámar væl at lesa.
Torkil J. Holm, fótbólttspælari og fyrrverandi næmingur í Tvøroyrar skúla, fortaldi millum annað, at honum altíð hevur dámt væl at lisið. Anders And og Jumbobøkur eru nógv lisnar. Í løtuni eru tað Hungursleikirnir, ið eru á skránni. Eisini hevði hann eitt gott ráð til næmingarnar: Lesið nógv, tí tað gevur okum nógv størri orðatilfeingi og ger okum til skjótari lesarar.
Í SALT herfyri var Elin Winther Poulsen, journalistur, vertur í Trapputingi (einari valsending). Hon hevur eisini sent eina stutta videoheilsan. Henni dámar eisini sera væl at lesa og ikki minst luktin av bókum.
BUBU hevði eisini gjørt sær ómak og sent eina videoheilsan. Honum dámar eisini væl at lesa. Hann endaði heilsanina við at tríva í ein sang, og fleiri av børnunum tóku undir við sanginum. Bubu tosaði eisini eitt sindur um, at onkuntíð kann tað vera strævið at lesa, men hansara ráð vóru avgjørt, at okur skulu royna og sjálvandi siga frá, um tað er ov trupult, tí hjálp er at heinta. Tað verður eitt lítið sindur lættari, hvørja ferð okur lesa eitt sindur, fortaldi hann.
2. flokkur lesur. Hvønn morgun lósu næmingarnir í 15 minuttir.
Í morgun endaði hetta lesiátakið við einari felags lesiløtu í skúlahøllini. Allir næmingarnir og starvsfólkið tóku sína bók við og settu ella løgdu seg. í dag er móðurmálsdagur, so sjálvandi bleiv eisini tosað um hendan serstaka dagin og um, hvussu tað var fyrr, tá okur eitt nú ikki sluppu at tosa okra móðurmál í skúlanum ella í kirkjuni. So var aftur stilt, og stór og smá sótu ella lógu í skúlahøllini og lósu í friði.
Slíkar lesiløtu eru gull verdar, og tað er nokk vist, at hetta ikki er seinastu ferð, okur hava roynt hetta :-)






Til heimini
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027