Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)
Í morgun hava okur øll verið til eina sera góða og hugnaliga jólagudstænastu, ið Hanus Pál stóð fyri. Aftaná fóru okur í fimleikahøllina í Tvøroyrar skúla, har okur dansaðu um træið. Sangurin rungaði í høllini. Nú eru øll farin heim, so friður er í skúlanum, men okur gleða okum til klokkan 17.00, tá ársins jólahald verður í SALT. Okur kunnu gleða okum til leik frá 6. flokki, sang- og tónleikainnsløg.
Her eru nakrar myndir av jólaligum løtum hjá mið- og hádeildini:

Gentur úr 7. og 8. gingu Lucia í skúlanum úti á Tvøroyri. Eisini vitjaðu tær á Ellisheiminum og á sjúkrahúsinum.
Danjal las góða, sjálvskrivaða framhaldssøgu hvønn dag, tá jólaevnisvikan var.
Jólakalendarin hjá Bókasavninum fekk aftur nógv svar upp á spurningarnar í ár. Ársins vinnari, ið varð funnin millum tey við flest røttum svarum, var Saranja í 4. flokki.
Ársins greytadagur var í gjár. 10. flokkur skipaði dagin og undirhaldið. Okur hugnaðu okum við stuttligum spølum, sangi undir leiðslu av Jens og góðum greyti og køkum frá 9. flokki.
Til heimini
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)