Føstulávintshaldið í miðdeildini væl yvirstaðið :-)
Føstulávintshaldið í miðdeildini væl yvirstaðið :-)
tann: 03.03.2025
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Miðdeildin var við upp á tað í morgun
Næmingarnir í 4. - 7. flokki hava í morgun sligið tunnu, og kattakongarnir eru funnir. Hjá 4. og 5. flokki, ið slógu saman, var tað Elisabeth í 5. flokki, ið gjørdist kattakongur, og tunnuna - seinastu fjølina - hjá 6. og 7. flokki fekk Oskar í 6. flokki sligið í gólvið. Tey bæði fingu sjálvandi krúnu og ein vinning.
Sum tað er vorðið siðvenja, hevði næmingaráðið eisini valt at skipað fyri einari grýlukapping. Tá øll vóru klár at sláa tunnu, fóru næmingaráðsumboðini ein túr og hugdu seg um eftir grýlum, og aftaná tunnuslátturin hittust tey og valdu óhugnaligastu, vakrastu, stuttligastu og kreativastu grýlurnar. Hetta var als ongin løtt uppgáva, tí fleiri vóru, ið høvdu gjørt nógv burturúr.
Næmingaráðið
Vinnaragrýlurnar:
Vakrasta: Jenny, 7. flokkur
Óhugnaligasta: Isabella, 7. flokkur
Stuttligasta: Einar, 6. flokkur
Kreativasta: Nóa, 7. flokkur
Vinnaragrýlurnar
Hjartaliga til lukku til kattakongar og vinnaragrýlurnar.
Festligasti flokkurin verður kosin seinni hesa vikuna.
Fleiri myndir koma í myndasavnið seinni í dag, og okur vóna at síggja okkurt frá innskúlingini eisini og sjálvandi hádeildini, ið fer at sláa tunnu seinni í dag :-)