Fyrstu næmingarnir í dagstarvsvenjing
Í morgun klokkan 8 møttu átta spentir næmingar úr 8. flokkunum á Varðanum Pelagic
Í morgun klokkan 8 møttu átta spentir næmingar úr 8. flokkunum á Varðanum Pelagic. Hetta eru teir fyrstu næmingarnir, ið sleppa at royna dagstarvsvenjingina, ið er ein samstarvsavtala millum Varðan Pelagic og Tvøroyrar skúla.
Í dag eru tað el-deildin, maskindeildin, kantinan og góðskudeildin, ið taka ímóti tveimum næmingum hvør, og í morgin fara tvær gentur úr 9. flokki á góðskudeildina.
Allir næmingarnir í okra 8. og 9. flokkum hava fingið í boði at sleppa 1-2 ferð í dagstarvsvenjing í hesum skúlaárinum. Fleiri hava tikið av hesum spennandi tilboðnum, og í dag sluppu so fyrstu næmingarnir at royna seg. Hini, ið hava teknað seg til dagstarvsvenjingina, sleppa eftir jólafrítíðina. Nærri boð verða givin næmingunum um hetta.
Nú gleða okur okum at hoyra, hvat næmingarnir – og sjálvandi eisini starvsfólkið – hava upplivað í dag.
Til heimini
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild