Í hesum døgum vitjar fyrrverandi danski fólkatingslimurin, Özlem Cekic, í Føroyum. Í gjárkvøldið var almennur fyrilestur í Smæruni í Havn, og í kvøld kl. 19.00 er almennur fyrilestur í SALT á Drelnesi. Fyrrapartin vóru okur so heppin, at øll hádeildin - saman við øðrum næmingum í oynni umframt Miðnámsskúlanum og Føroya Eftirskúla - var boðin til egnan fyrilestur í SALT.
Hetta var ein sera viðkomandi fyrilestur, har Özlem legði dent á, at tað er í lagi, at okur eru ósamd, men kortini mugu okur kunna tosa og virka saman. Hon greiddi frá sínum uppvøkstri og egnum upplivingum sum partur av einum minnilutabólki í Danmark, hon fortaldi okum, hvussu hon - tá hon varð vald í Fólkatingið - byrjaði at fáa hatursboð, og hvussu hon taklaði tað. At enda greiddi hon frá verkætlanini, Dialogkaffe, ið er vorðin ein størri felagsskapur við á leið 10.000 limum í dag. Dialogkaffe er í stuttum støður, har tú býður tínum "mótstøðuparti" ella tí, tú ert ósamdur við, til ein kaffimunn heima hjá viðkomandi. Sum Özlem segði, so hevur hon altíð mat við, tí meðan okur eta, er jú friður. Endamálið er at vísa, at hóast okur eru dundrandi ósamd um so nógv, so eru okur tó so lík - okur eru øll menniskju, ið eiga at kunna rúma hvør øðrum.
Tað eru Malla Dam og Valkyrjurnar av Tvøroyri, ið hava samskipað vitjanina.