Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 13.12.2022
Í dag er Lusiu-dagur
Í dag er Lusiu-dagur, og sum so mangan fyrr á hesum ársins degi hava okur í dag sæð og hoyrt vakra Lusiu-gongu í øllum skúlanum.
Í Trongisvági vóru tað børn í 3. flokki og úti á Tvøroyri gentur úr 7. flokki (+ 6.fl.), ið gingu Lusia.
Tá tær høvdu vitjað allar flokkar, bókasavnið og lærarastovuna, vitjaðu tær á ellisheiminum og á sjúkrahúsinum, har ávikavist búfólk, starvsfólk og innløgd somuleiðis fingu gleði av vøkru Lusiu-gonguni.
Okur takka fyri vakra sangin :-) - sjálvandi eisini takk, Malla og Steingrím, ið hava vant við ávikavist 3. og 7. flokki.
Myndina eigur Turið :-)
Til heimini
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági