KONFEKT á LISTABREYTINI
Konfekt á Listabreytini - ein myndafrásøgn
Fríggjadag kunnu allir næmingar í 8., 9. og 10. fl. velja ymiskar breytir. Ein av breytunum, ið 8. og 9. flokkur kunnu velja, er Listabreytin. Har er mangt og hvat á skránni, og farna fríggjadag varð farið í skúlakøkina at gera konfekt. Vøkur konfekt er eisini list, og væl smakkaði, ljóðaði á næmingunum.
Fyrst skuldi formur veljast:

Tilfarið, ið varð brúkt:

Formarnir skuldu málast (við máling, ið er til at eta, sjálvandi :-)):

Tá sjokuláta var latin í formarnar, skuldi fyllan sproytast í:


Meðan konfektin (sjokulátan) kólnar, er sjálvandi tíð til myndatøku og eitt sindur av fjasi :-) (og at vaska upp, men ongar myndir eru av uppvaskinum):

So er bara eftir at pakka konfektina væl inn:

Næmingarnir eru úr 8. og 9. flokki á Tvøroyri og úr 8. flokki í Hvalba. Mariann er lærari á Listabreytini. Hon sigur, at genturnar vóru sera raskar, og at tað var ordiliga stuttligt at síggja, hvussu hugagóðar tær fóru til verka. Vøkur konfekt - vælgagnist :-)
Til heimini
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli