19.may 2022
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Hin 19. oyggin (vitjan úr Listaleypinum)
í 3 dagar hava 5. flokkarnir arbeitt saman við tveimum kvinnum úr Niðurlondum um at gera eina 19. oyggj í Føroyum. Hvussu hevði hon sæð út? Hvat hevði verið á oynni? Hvat nú, um tað var ein oyggj, har ongin tíð var til? Eitt sindur av ítøkiligum kreativum arbeiði samantvunnið við heldur filosofiska spurningin um, hvat tíð er, og er nakað stað, har ongin tíð er. Tríggir dagar, ið hava verið forvitisligir og heilt øðrvísi enn tað, okur vanliga gera í skúlanum.
Fyrsta dagin, ið var ónsdagin 4. mai, varð byrjað við at lýsa fyribrigdið "tíð". Allir næmingar fingu eitt pappír hvør, og í ein minutt, sluppu tey at tekna tað, tey vildu. Tað var sera ymiskt, hvussu næmingarnir kendu tíðina. Summir hildu seg hava góða tíð, meðan summi hildu, at tíðin næstan var av, áðrenn tey vóru farin í gongd.
So vóru næmingarnir býttir í bólkar. Hvør bólkur skuldi klippa og skera papp og pappír og klistra á eitt pappír. Hetta var teirra 19. oyggj. Tá hetta var liðugt, tóku listakvinnurnar svart-hvítar myndir av oyggjunum, og nú var klárt at "fáa vitjan" av hinum bólkunum. Øll "vitjaðu" eina oyggj, ið tey ikki sjálvi høvdu gjørt. Tey skrivaðu so eina frágreiðing um tað, tey sóu og upplivdu á oynni.
Í farnu viku varð arbeitt mána- og týsdag við hesi verkætlanini. Mánadagin var meiningin, at okur skulu fara út at leita eftir tilfari. Veðrið var tó ikki serliga gott, so okur vóru partvíst inni. Okur tóku myndir, har okur royndu at "fanga ljósið í tíðini".
Týsdagin vóru okur úti og tóku myndir, ið vísti "tíðina" her í nærumhvørvinum. Ein gamal og ein nýggjur bygningur, onkur, sum júst hevði kastað onkra matleivd, og nógv annað áhugavert.
Eisini skuldu okur finna onkran "dýrgrip", ið skuldi pakkast inn og havast við í skúla. Hetta kundi vera okkurt, ið kundi sæð út, sum kom tað frá eini eldri ella kanska aðrari tíð.
Ónsdagin var veðrið betur, so okur fóru út at leita eftir ymiskum, ið kundi vísa okum, hvussu tíðin ávirkar. Til dømis eitt lítið blað, eitt størri blað og eitt enn størri blað.
Eisini funnu okur ymiskt, ið varð lagt í krukkur. Nú var klárt at seta upp eina framsýning í fimleikahøllini, tí klokkan 12 komu hinir flokkarnir at hyggja at og hoyra um tað, okur hava gjørt hesar tríggjar dagarnar.
Fyrst løgdu okur okum øll niður, so okur skaptu ummátið av 19. oynni í Føroyum, og so varð sjálv framsýningin sett upp. Plakatir vórðu hongdar upp í skúlanum, og foreldrini fingu at vita, at tey vóru vælkomin at hyggja antin á middegi ella seinnapartin týsdag.
Klokkan 12 var klárt, og so var fult av fólki í fimleikahøllini. Listakvinnurnar úr Niðurlondum løgdu út og greiddu frá arbeiðnum, og síðani sluppu gestirnir runt at kanna hyggja at framsýningini, og um tey ivaðust í onkrum, spurdu tey onkran av næmingunum í 5. flokki, ið væl dugdu at greiða frá.
Ein partur av framsýningini var at kanna, hvat ísur ger við blómur og annað, ið varð samlað í krukkurnar. Næmingarnir í 5. flokki lótu ís í krukkurnar, og so bar til at síggja, hvussu ymiskt ymisku blómurnar, bløðini og annað ávirkaðust av kulda og vætu.
Hetta vóru tríggir sera øðrvísi og forvitnisligir dagar!
Takk fyri vitjanina :-)
apr. 2024