Lívsjáttandi larmur á miðjari nátt og skipað kaos í skúlanum
Meðan tey flestu týsnáttina lógu trygt og svóvu, møttust næmingarnir í 9. og 10. flokkunum á miðjari nátt. Endiliga var síðsti skúladagur í eygsjón, og nú skuldu lærararnir vekjast úr svøvni nakað væl, áðrenn vekjarin vanliga ringir.
Í tveimum bussum koyrdu næmingarnir runt og vaktu teir lærarar, tey hava havt. Summir lærarar vóru longu uppi (ella vóru kanska ongantíð farnir í song), summir vórðu vaktir, meðan onkur, sum nokk svevur nakað fast, als ikki vaknaði.
So varð farið í skúlan at halda síðsta skúladag.
Klokkan hálvgum 9 bjóðaðu 9. flokkarnir øllum lærarunum til morgunmatar. Tey høvdu gjørt nógv burtur úr bæði mati og pynti. Hetta var ein hugnalig løta við lekrum morgunmati, røðum og sangi, nú kravda skúlagongdin hjá 9. flokki nærum er liðug. Mangatakk :-)
Eftir morgunmatin tók 10. flokkur yvir og skipaði undirhald úti fyri allan skúlan. Fyrst var upphiting á skránni í nýggja skúlagarði; vanlig upphiting, ið endaði við, at allur skúlagarðurin dansaði line dance.
Næst á skránni var mótaframsýning, har Birna, Winnie, Jón og Otto vístu okum tað nýggjasta úr mótaheiminum. Sniðgevararnir vóru sjálvandi næmingar úr 10. flokki.
Sonevnda lítla hornorkestrið, ið Tróndur Enni stjórnar, var við til at gera løtuna næstan heilt stevnukenda, tá tey spældu fleiri løg fyri okum. Veðrið, ið viðhvørt sá út til at fara at arga okum, helt sær heilt væl, og viðhvørt skein sólin eisini.
Meðan siðbundni fótbóltsdysturin millum 10. floksnæmingar og lærarar var, fingu næmingarnir nýgrillaðar pylsur og breyð, kaku og saft.
Lærararnir vunnu á næmingunum, og tað verður nokk ikki gloymt á lærarastovuni; í øllum førum hetta komandi árið, til næsti fótbóltsdystur er á skránni.
Meðan lærararnir enn fagnaðu sigrinum, kom brandbilurin framvið og syrgdi fyri, at dagurin endaði við vatnkríggi og skúmbaði.
Stóra tøkk til brandmenninar, ið komu við brandbilinum, og somuleiðis til arbeiðsmenninar hjá kommununi, ið vístu sera góðan vælvilja at seta eitt kar upp til okum, hóast fyrispurningurin kom nakað seint. Hetta var ein góður endi á hesum rokaliga degi.
Nú er vanliga skúlatíðin hjá 9. og 10. fl. av, og royndirnar eru fyri framman. Í løtuni eru næmingarnir í 9. flokki til skrivliga roynd í donskum, og um eina løtu møtir 10. eisini til skrivliga roynd í donskum.
Góða eydnu og góðan arbeiðshug til tykum øll :-)
Myndir frá síðsta skúladegi síggjast her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14321 (tíverri eru ikki fleiri myndir í løtuni; flestu vóru alt ov upptikin av at hava tað stuttligt :-))
sep. 2024